Myndasavn

Vinnarar í skúlarenningini

Dagin fyri heystfrítíðina var, sum vanligt plagar at vera, skúlarennidagur um alt landið. Børnini runnu teinin millum skúlan og vatnið á Eiðinum. Tey runnu so langt tey orkaðu í einar 2 tímar millum kl 9.30 og 11.30. Tey fingu pappír við, sum varð stemplað á renniteininum, soleiðis at vit vita, hvussu langt hvør næmingur hevur runnið.

Aftaná heystfríðtíðina vóru úrslitini kunngjørd.

3 næmingar fingu skreytblað fyri at hava runnið longst. Teir vóru Fríði Holm 8.a, Pætur Augustinussen 8.a og Aleksander Holm 6.fl.

6. flokkur vann fyrsta plássið sum flokkurin, ið rann longst. Teimum næstur var 8.a , sum soleiðis vann heiðurin at gerast næstbestu rennarar.

Fleiri myndir frá skúlarenningini síggjast aðrastaðni á heimasíðuni.