Boð

Raðfylgja til próvtøkuna í donskum 16/6

Provtøkutilfar Danst 9a

http://snar.fo/uploads/tx_tcresources/Stutt_mallaera_grundbok.pdf

 

Her er leinkja til bókina "Stutt mállæra"

Til LÍVFRØÐI 12/6:

Eg geri spurningar til hvørt evni. Spurningarnir svara nokk so væl til yvirskriftirnar í stykkinum og teir fevna um fleiri síður. T.d. mannakroppurin har fært tú møguleika at tosa um vøddar OG beinagrind. Tað átti at verið ein fyrimunur, tí meiri er at tosa um....

Bókin Bios a og b liggur framman fyri tær. Tú kanst blaða í henni, siga frá myndum og talvum og annars finna hjálp í yvirskriftum.

 

Stutt um fiskar:

Afturat spurninginum um hvalir, hevði eg hugsað at tosa STUTT um TOSKIN og MAKRELIN. Toskurin er kendur botnfiskur fiskaður nærri landi av trolarum, línubátum og útróðrarbátum.Hann etur rækjur oa. við botnin. Makrelurin er uppisjóðarfiskur, sum heldur til á djúpari vatni í torvum - og verður fiskaður av nótaskipum, sum t.d. landaðu til Varðan Pelagik... makrelur etur krabbadýr, sum aftur liva av minni krabbadýrum uppi í sjónum (ljósinum)....

 

Stutt um Fuglar:

Eg seti nakrar fuglar fram - skrivi navnið á fuglinum á talvuna - og so fáa tykur eina lítla løtu at siga okkurt um fuglar. Hyggið eftir fótinum, nevinum og støddini. Tað sigur nakað um hvørjum hann livir av. Kanska vita tykur eisini,  um hann er flytifuglur (kemur um várið og fer um heystið) (t.d. tjaldrið, likkan, ternan)  ella um hann er her alt árið. (t.d. kráka, stari, gráspurvur...). Nakrir fuglar eru í bønum, aðrir í haganum og aftur aðrir í berginum (bjargafuglar). Flestu bjargafuglar hava svimjiføtur.