Førleikastovan

Førleikastovan

Tað er týdningarmikið í dagliga arbeiðinum í skúlanum, at hjálp og ráðgeving er tøk og skjótast gjørligt kann verða veitt:

  • Førleikastovan er bindiliðið millum skúlan og Sernám
  • Førleikastovan luttekur í kanningum og útgreinandi virksemi og ger virksemisætlanir.
  • Førleikastovan er við í arbeiðinum at samskipa serundirvísingina.
  • Førleikastovan kann veita næmingum, foreldrum og lærarum ráð, um trupulleikar eru innan læring og trivna.

Førleikastovan er mannað við serlærara, lesivegleiðarar, orðblindalærara, støddfrøðivegleiðara, AKT lærara (Atferð - Kontakt - Trivnaður)  og SSP lærara (Skúli - Sosialir myndugleikar - Politi)

 

Starvsfólk

Sylvia Thomsen, serlærari, lesivegleiðari

Maud Benjardøgg, serlærari, lesivegleiðari, AKT

Sølvi Andreasen, orðblindalærari, SSP-lærari