Barnaverndartænastan

Suðuroyar Barnaverndartænasta

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir at børn og ung,sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferðog menning, kunnu fáa tað hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.

Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri at hjálpin verður sett í verk saman við famjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurinhjá familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.

  • Tú kann venda til til Barnaverndartænastuna um tú, barn títt ella familjan hava ringar umstøður og hava tørv á hjálp til at mýkja gerandisdagin.
  • Tú kann eisini seta teg í samband við Barnaverndartænastuna um tú veit umfamilju ella barn, ið tørva hjálp.
  • Tú kann vera ónevndur um tú ynskir tað.

________________________________________________________________________________

Barnaverndartænastan

Telefon 611090

T-postur : barnavernd@tvoroyri.fo

Vakttelefonin eftir arbeiðstíð:283033

________________________________________________________________________________

Suðuroyar Barnaverndartænasta er skipa sum eitt samstarv millum kommunar

í oynni. Kommunustýrini velja hvør sítt umboð í barnaverndarnevndina og í

samstarvsnevnd. Samstarvsnevndin skipar umsitingina . Kommununar halda

rakstrarútreiðslurnar í mun til folkatalið.

Barnaverndarnevndin:

Malan Petersen, Fámjin, forkvinna

Amy Bech, Sumba

Maug Benjardøgg, Vágur

Birgir Veyhe, Porkeri

Barbara Gram, Tvøroyri

Sylvia Thomsen, Hvalba

Maiken Josveinsdóttir, Hov