Boð

 

 

Góðu foreldur                                                                                                                   26. mars 2107

 Av tí at tað gekk so gott við tombolanum seinast, verður einki tombola nú fríggjadagin 31. mars. Men okur hava eitt 7. apríl. Okur hava fingið 10 íløt og ætla at hava 20 aftrat. Helst so stór sum møguligt. Fara at baka smákøkur í íløtuni. Kunnu tykor, sum hava íløt, koma við teimum.

Ein kunnandi fundur verður um túrin áðrenn okur fara. Kanska er tað best, at næmingarnar hava mastercard við sær, og tí mugu tey, sum vilja hava eitt mastercard bíleggja sær eitt. Tað tekur 7-10 dagar at fáa kortið. Hetta er ikki eitt krav, men nokk betur enn at ganga við nógvum kontantum peningi uppi á sær.

Vinaliga Diana, Connnie og Marius

                  

Góðu foreldur                                                                                                      8. mars 2017

Nú vit hava selt heimabingo, mangla vit góðar 20.000 kr.

Eg havi sett flokkin til at hava 3 køkutombola á Torginum. Tað fyrsta verður nú fríggjadagin 10. mars.

Hini verða 31. mars og 9. apríl. Vónandi hava vit allar pengarnar eftir hesu 3 tiltøk.

Til køkutombolaði 9. apríl ætla vit at gera eykað burturúr, við at vit fara at baka í skúlakøkinum. Til hetta skulu vit hava gløs ella krukkur ( agurkusalat, reyðkál, rødbedergløs ella líknandi). Kunnu tit samla hesi gløs, taka merkini av og geva næmingunum tey við í skúla so skjótt sum gjørligt, so vit fáa gjørt tey klár.

Tá vit hava savnað henda pening, er tað bara lummapengar sum tey skulu hava við.

Vinalig Diana

Minnist til at kannað passið og víðkað ferðatryggingina til at fevna Evropa.

Góðu foreldur

 

Nú fer av álvara at nærkast ferðuni og nøkur ting eru, sum mugu fáast uppá pláss.

 1. Passið. Minnist til at kanna passið.

 2. Trygging. Tit mugu sjálvi tekna trygging. Tey flestu hava pakkatrygging og har er ferðatrygging í, men hon skal víðkast til at dekka Europa, so tosa við tryggingina og fáið tað gjørt.

 

Umframt hetta, skulu okur til at samla pengar inn, sum var avtalað.

Næmingarnir fara nú at selja heimabingo.

 Okur hava spurt um fiskahøvd, men enn hevur einki verið, so okur hopa, at tað eydnast. Tað kannn man bara ikki planleggja, tí okur vita einki fyri tann dagin okur hava høvdini. Men okur mugu bara taka tað sum tað kemur, og vera røsk at hjálpa til og gera tað við kunnu. Og hopa, at okur fáa nógv høvd og nógvar pengar.

 Okur fara nokk eisini at hava eitt rullandi tombola í mars, har vit øll fara runt oynna at banka uppá hjá fólki og selja seðlar. Hetta frætta tit meira um seinni.

 

 Vinaliga Diana

Námferð okkara