Boð

Ætlan til tórsdag 20.03

Danskt:

Tit lesa søguna "Espen og de andre". Eitt gott hugskot er at skriva samandrátt til 3 tær seinastu søgurnar, sum vera givnar upp til próvtøku um ikki so langa tíð - hetta náa tit sjálvandi ikki í skúlanum, men rátt verður til at gera tað heima.

Føroyskt:

Tit skriva samandrátt av tí, sum er hent hagartil í bókini "Rannvá" (til og VIÐ kap.5 - hevur nakar lisið longur, so skriva tit fram til tað) . Eisini skulu tit gera persónslýsingar (neyvar lýsingar), har tit lýsa persónarnar bæði innan (tankar, kenslur, hvussu tey eru) og uttan (útsjónd, aldur o.s.v.)  - og minnist til at koma inn á sambandið millum persónarnar. Tit goyma hettar inni á office við navninum "Rannvá", so tit kunnu skriva framhald av tí, tá vit hava lisið víðari.

Enskt

Hyggja eftir filminum "Desert flower" - hann er ikki á netflix og ikki á viaplay, so tit leita á netinum eftir filminum, sum eisini er givin upp sum próvtøkupensum, so fylgið væl við...

Um tit frí í enskum, so verður væntað, at tá tit hava enskt aftur týsdagin, hava øll sæð filmin "Desert flower", sum tit finna á netinum. 

Góðan arbeiðshug. 

 

Martin Luther King Jr.´s speach "I have a dream" on youtube

https://www.youtube.com/watch?v=vP4iY1TtS3s

Martin Luther King Jr´s speach "I have a dream" - text

https://www.archives.gov/files/press/exhibits/dream-speech.pdf

Information about the Civil Rights Movement

https://www.history.com/topics/black-history/civil-rights-movement