Verkætlanarvika 2. og 3. flokkur 2019

Verkætlanarvika.

Hesa vikuna hava næmingar í 2. og 3. flokki í Vágs skúla havt verkætlanar viku, har evnið hevur verið føroyingasøga. Næmingarnir hava hesa vikuna kvøðið Sigmundskvæðið yngra, umframt at tey hava gjørt myndir, sungið og eisini tilevnað pappmache. Lærararnir siga, at børnini hava luttikið sera virkið, og at tey hava fingið rættuliga nógv burturúr og eisini lært hópin at nýggjum tingum, ið tey kanska við vanligari frálæru ikki høvdu lært. Nú vóna so næmingar og lærarar, at foreldur, ommur, abbar og bygdarfólk annars, leggja leiðina í Vágs skúla, har tey kunnu síggja alt, tey hava gjørt, og eisini hoyra tey kvøða og syngja. Framsýningin í Vágs skúla verður fríggjadagin 1. mars kl. 12.30 til 13.45, har børnini luttaka og framføra fyrsta hálva tíman. Vágs skúli, lærarar og næmingar vóna, at fleiri leggja sær leiðina í skúlan at uppliva børnini og teirra framførslur og framsýningar, og tað er ókeypis, men ein kaffimuður verður at fáa.