Hádeildirnar á Tvøroyri og Vági hava seinnu árini samstarvað um breytir, og aftur í ár er hesin táttur tikin upp. Fríggjadagin var Adventurebreytin, sum ein av breytunum eitur, farin ein túr við Thorshavn. Manningin legði fyrst út á Trongisvágsfjørð, har ætlanin var at fara út á Tjaldavíksholm, men ov nógvur vindur gjørdi, at farið bleiv norður um, har Thorshavn legði seg uttanfyri Froðbiarbotn. Eftir einari løtu við práti umborð, var fiskireiðskapurin tikin fram, og áðrenn langt var fráliðið, brendu hesi ungu í fisk. Hugaligt var at síggja, hvussu íðin tey vóru at blóðga og kryvja, tá ið fiskurin kom innanborða.
Næst seinasta fríggjadag vóru hesi somu í haganum, tá ið túrur var av Vágseiði, umvegis Trælagøtuna, Eggjarnar, Rútafelli og Rávuna, áðrenn tey komu oman á Lopranseiði. Eftir gongutúrin vitjaðu tey inn á Kirvi, ið er fari at framleiða vatn á fløskur, á virkinum í Lopra.