Tilbúgvingarætlan

Tilbúgvingarætlan

Henda tilbúgvingarætlan skal verða amboð okkara í teimum førum,har vit hava onkran,sum verður raktur av sorg.Hon skal somuleiðis gera okkum lærarar og starvsfólk á skúlanum tilvitað um tann leiklut,sum vit hava í arbeiði okkara,tá ið tað snýr seg um at hjálpa teimum næmingum,vit hava ábyrgdina av.

Endamálið er sostatt í greiðum orðum at siga,hvussu vit gera ,tá sjúka,vanlukka,deyði ella hjúnarskilnaður rakar okkum í skúlanum ella ein av okkara nærmastu.Vónandi kann tilbúgvingarætlanin lætta um,ta truplu støðu,vit eru í,tá sorgin rakar.

Skúlin eigur at kunna foreldrini á fyrsta foreldrafundinum um,at skúlin ynskir, at foreldur boða skúlanum frá,um viðurskifti  heima í sambandi við sjúku,deyða ella hjúnarskilnaða.

Tá ið onnur verða rakt av sjúku,vanlukku,deyða ella hjúnarskilnaða,gerast flestu okkara ofta ótrygg og ivandi og seta spurningar sum hesar:

  •  Dugi eg nóg væl at hjálpa?
  • Skuldi tað ikki verið onkur annar,ið er ”tættari uppá” enn eg?
  • Fer hann/hon at gráta,um eg spyrji,hvussu hann/hon hevur tað?
  • Skal eg tiga,tosa,halda um ella halda meg burtur?
  • Skuldi tað ikki verið onkur ”professionellur”?

Felagsskapir sum Dansk Røde Kors og Kræftens Bekæmpelse hava seinastu árini gjørt nógv við at upplýsa og kunna fólk um sálarliga fyrstuhjálp,og soleiðis styrkja tey í trúnni á,at tann hjálp,ið vit øll kunnu veita er nóg góð,og at vit tí  ikki skulu halda okkum burtur.

Tær fýra grundleggjandi reglurnar í sálarligari fyrstuhjálp eru:

  • Ver nærverandi- bæði kropsliga og sálarliga
  • Lurta aktivt
  • Vís, at tú góðtekur kenslurnar – eisini tær sterku
  • Veit vanliga umsorgan og praktiska hjálp

Stuðulsbólkur.

Skúlin skal altíð hava ein stuðulsbólk.Ì stuðulsbólkinum sita 5 limir.1 frá leiðsluni,heilsufrøðingurin,ráðgevin og tveir lærarar.Seinast nevndu, verða valdir av námsfrøðiliga ráðnum annaðhvørt ár,tó kann limur veljast aftur.

Uppgávan hjá stuðulsbólkinum

  • At virka sum stuðul,har tørvur er á tí.
  • At taka saman um og eftirmeta.
  • At fylgja við,hvat kemur út av viðkomandi tilfari.
  • At kunna nýggjar lærarar um tilbúgvingarætlanina.
  • At kunna heimini um tilbúgvingarætlanina.
  • Heitir á flokslærarar,um at gera telefonketu fyri sín flokk.

Hevur næmingur verið leingi burtur vegna sjúku ella annað.

  • Flokslærarin /stuðulsbólkurin tosa saman og tosa við foreldrini fyri at kunna seg um støðuna,    -hvussu nógv veit barnið?
  • Avtala kann verða gjørd við foreldur um kunning inni í flokkinum.
  • Flokslærarin kunnar flokkin og starvsfelagar.
  • Flokslærarin ella annar lærari,sum er tætt knýttur at næminginum,skipar fyri tiltøkum –t.d. vitjan á sjúkrahúsi ella heima,senda brøv/tekningar og føðingardagsgávu.
  • Flokslærarin syrgir fyri,at næmingurin verður kunnaður um tað,sum fyriferst á skúlanum,so hann alla tíðina kennir seg knýttan at hópinum.
  • Flokslærarin kunnar toymið og hinar lærararnar við hóskandi millumbili um støðuna.
  • Flokkurin ger tiltøk,tá ið næmingurin kemur aftur,t.d hugnaløtu,har næmingurin sjálvur eisini kann koma við uppskotum.

Um næmingur doyr

  • Leiðslan/flokslærarin boðar frá og kunnar allar lærararnar um støðuna.
  • Flokslærarin/stuðulsbólkurin kunnar flokkin.
  • Morgunin eftir ella so skjótt til ber kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina.
  • Saman  við kunningini verður andakt – faðir -vár.
  • Flaggið verður vundið á hálva stong.

Doyr næmingur brádliga

  • Tá ið deyðsboð eru,verða leiðsla/flokslærari og stuðulsbólkurin kunnað
  • Leiðslan ella flokslærarin seta seg í samband við heimið fyri nágreiniliga at vita,hvussu støðan er.
  • Um neyðugt boðar leiðslan til fundar
  • Allir flokslærarar kunna flokkarnar
  • Skúlin samlast til andakt sama dag ella dagin eftir,flaggið verður vundið á hálva stong
  • Umráðandi er,at næmingarnir í flokkinum fáa høvi at tosa um hendingina,tí er neyðugt,at meira enn ein lærari er hjástaddur tann dagin.Geva rúm fyri,at næmingarnir kunnu práta,spyrja og vísa kenslur,tímatalvan verður niðurløgd.
  • Áðrenn næmingarnir fara heim,kann vera neyðugt at tryggja sær,at onkur, sum veit um støðuna,er heima og tekur ímóti.
  • Flokkurin og skúlin senda krans ella blómur.
  • Flokkurin verður við til jarðarferðina saman við foreldrum sínum.
  • Skúlin verður stongdur til jarðarferðina og flaggið á hálvari stong.
  • Ein limur úr stuðulsbólkinum  verður knýttur at flokkinum.
  • Møguliga skriva minningarorð.
  • Fyrsti føðingardagurin verður merktur.
  • Møgulig vitjan á grøvini?

 Starvsfólk álvarsliga sjúk

  • Skúlastjórin kunnar starvsfólk um støðuna og gongdina í málinum.
  • Flokslærararnir kunna næmingar,í tann mun tørvur er á tí.
  • Skúlastjórin og stuðulsbólkurin hava ábyrgd av at hava samband við viðkomandi og / ella heim hansara.

 Um lærari/starvsfólk doyr

  • Leiðslan setur seg í samband við familjuna ella øvut.
  • Leiðsla boðar til fundar og kunnar allar lærararnar(telefonketa)og morgindagurin verður lagdur til rættis.
  • Flokslærarin/stuðulsbólkurin fer inn við sínum flokki og kunnar næmingarnar,áðrenn øll hittast í høllini til eina minningarløtu.
  • Flaggið verður vundið á hálva stong.
  • Skipað verður fyri minningarsamkomu.Leiðslan ella annar lærari/prestur hevur eina minningartalu.Sangur,tala faðir- vár og tøgn í 1 min.
  • Lærarar fara heim til familjuna.
  • Geva familjuni hjálp,t.d til jarðarferðina.
  • Skúlin er stongdur,tann dagin jarðarferðin er.
  • Minningarorð í bløðini.

 

Tá foreldur/systkin hjá næmingi verða rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku.

  • Leiðsla/flokslærari kunna seg um støðuna,við framhaldandi samskifti um sjúkragongdina.
  • Flokslærarin kunnar allar lærararnar,sum hava flokkin, um støðuna.
  • Hevur næmingurin onnur systkin í skúlanum,tosa allir lærararnir saman um støðuna.
  • Tað er av stórum týdningi,at eisini hinir næmingarnir í flokkinum fáa at vita,hvat er hent.Hesi uppgávuni má flokslærarin taka sær av.
  • Eisini má flokslærarin gera hinum næmingunum greitt,at viðkomandi næmingur,sum hevur sjúk foreldur ella systkin,kann hava ógvuliga skiftandi sinnalag/atburð.
  • Kunna næmingarnar um sjúkuna.

Um næmingur missir foreldur ella systkin

  • Leiðslan/flokslærarin kunnar lærarar um tilburðin.
  • Um systkin eru í øðrum flokkum,verður felags mannagongd fylgd í øllum avvarðandi flokkum.
  • Flaggið verður vundið á hálva stong og umboð frá stuðulsbólkinum kunna allar flokkarnar.
  • Flokslærarin/stuðulsbólkurin kunnar flokkin um tilburðin.
  • Flokslærarin kunnar foreldur/avvarðandi og næmingin,at vit tosa um andlátið í tímanum(avmystifisera).
  • Lærarar fara heim til familjuna og geva tilsøgn um hjálp, t.d til jarðarferðina.
  • Flokkurin fær frí,tann dagin jarðarferðin er.
  • Minningarløta kann verða hildin í flokkinum.
  • Verða um næmingin ta fyrstu tíðina aftaná.Royna av og á at fáa eitt prát við næmingin,tá tað hóskar seg.
  • Flokkurin sendir blómur ella krans.
  • Flokkurin kann senda brøv/tekningar heim til næmingin.
  • Leiðsla/flokslærari kann fara á heimavitjan.
  • Flokslærarin avtalar við heimið,um hvat hendir,tá næmingurin kemur aftur í skúla,t.d foreldrini koma við og svara spurningum.

  
Hjúnarskilnaður

  • Foreldur koma á fund við flokslæraran saman ella hvør sær.
  • Skúlin/flokslærarin skal hava at vita bústað(skúlin skal vita,hvar barnið býr).
  • Avtalur,sum foreldur hava um barnið.
  • Reaktiónir hjá barninum  -heima og í skúlanum.
  • Foreldur og skúli samskifta um støðuna hjá barninum.