Telefonpolitikkur

 

TELEFONPOLITIKKUR Í VÁGS SKÚLA
 
MEGINREGLUR FYRI TELEFONNÝTSLU Í VÁGS SKÚLA

Endamál

  • At telefonir ikki órógva undirvísingina
  • At telefonir ikki gera, at næmingarnir gerast kropsliga óvirknir í fríkorterunum
  • At næmingarnir eru meira saman sosialt í fríkorterunum
  • At áseta, í hvønn mun telefonin kann verða eitt amboð í undirvísingini
  • At tálma happing á netinum

Hesar reglur eru galdandi viðvíkjandi telefonnýtslu:

1.-6. flokkur

  • Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal hon verða beind burtur og ikki órógva í tíma og fríkorteri
  • Um næmingur skal nýta telefonina, skal hetta fyrst avtalast við starvsfólk skúlans

 

7.-10. flokkur

  • Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal hon verða beind burtur og ikki órógva í tímunum
  • Um næmingur skal nýta telefonina í tímunum, skal hetta verða eftir avtalu við starvsfólk skúlans
  • Tá ið næmingar eru á øki, har 1. – 6. fl. vanliga heldur til, eru reglurnar fyri 1. - 6. fl. galdandi

Atgerðir

Um reglurnar ikki verða hildnar, verður telefonin tikin og løgd á skrivstovuna, har foreldur/verji skulu heinta hana

Hesar meginreglur eru samtyktar á fundi í skúlastýrinum tann 17.12.2019