TT
Atferðarreglur Vágs skúli

Reglugerð fyri næmingar í Vágs Skúla:

Umframt skyldu at vera íðin, lýðin, høviskur og skikka sær væl, eiga næmingarnir at halda hesar reglar:

  • Á veg í og úr skúla skulu næmingarnir koma og fara hampuliga og halda ferðslureglurnar
  • Næmingarnir skulu møta rættstundis og hava við sær tey amboð, ið nýtast skulu í tímunum
  • Tá ið ringir inn, heldur alt spæl uppat, og næmingarnir ganga stillisliga inn í skúlan
  • Tá ið ringir út fara næmingarnir antin út á skúlalaðið ella vera inni í síni egnu stovu. Álagt verður næmingunum at ferðast friðarliga til og frá stovunum
  • W.C.-ini mugu ikki nýtast til spæl. Tað eigur í øllum førum at farast reinliga fram og einki má skrivast á veggirnar í skúlanum
  • Næmingar skulu ikki fara úr skúlagarðinum uttan loyvi
  • Alt spæl skal vera so, at tað verður ongum at meini. Pappír, matleivdir og tílíkt skal koyrast í ruskíløtini
  • Næmingarnir mugu ikki hava við sær í skúla lutir, ið eru hættisligir fyri teir sjálvar og onnur
  • Næmingur kann fáa frí í mesta lagi 2 dagar við loyvi frá flokslæraranum. Fyri at fáa frí meira enn 2 dagar krevst loyvi frá skúlastjóranum/skúlaleiðsluni. Er næmingur ikki í skúla, skulu foreldur/verji senda skúlanum seðil um grundirnar
  • Royking er ikki loyvd á skúlans øki

Verða reglurnar ikki hildnar, tekur leiðslan neyðug stig

Trivnaðarætlan fyri Vágs skúla

Trivnaðarætlan fyri Vágs skúla

  • Trivnaður fyri næmingin verður t.d. tryggjaður, um foreldur, lærarar og vaksin annars miðvíst arbeiða við at fyrireika næmingin til eitt fjølbroytt lív saman við øðrum, har næmingarnir bæði fáa og geva.
  • Her er talan um likamligan og fakligan trivna, har matur, svøvnur, fyrireiking til skúladagin og samvera er avgerandi.
  • Næmingaráð verður sett á stovn, har trupulleikar og ynski næminganna verða viðgjørd.
  • Okur fáa ein góðan skúla - UM ØLL, heim og skúli gera sítt besta.

Hvat gera vit við happing?

Í sambandi við happing -  hevur skúlin valt at gera eina mappu við 16 dømum/søgum, sum umrøða happingarstøður. Mappan tekur støðið í dagførdu trivnaðarætlanini og er í tráð við endurskoðaði fatanini av happing. Mappuna hava  allir lærarar, námsfrøðingar og heilsusystir  fingið.

Dømini/søgurnar eru úr bókini, sum ber heitið: Mobning í skolen, íð Poul Svendsen hevur greitt úr hondum. Vit hava valt heitið á hesari mappu : “HAPPING Í SKÚLANUM”.

Dømini eru leysliga týdd til føroyskt, har ein lítil søga er, síðani nakrir spurningar og ein mynd.

Næmingarnir arbeiða í bólkum og fáa hvør sítt blað við søgu og spurningum - og eitt blað við eini mynd. Bólkurin velur ein skrivara, sum førir til skjals, dagfesting, heitið, bólkur  & flokkur. Lærarin lesur síðani søguna og spurningarnar upp fyri flokkinum. At enda minnir hann teir á, at myndin er umráðandi at hava í huga, tá tey fara at kjakast.

Bólkarnir fara so til arbeiðis, næmingarnir kunnu/skulu skiftast um at svara, tá framløga verður. Næmingarnir skulu skiftast um at verða skrivarar - ikki sami hvørja ferð. Tá framløgurnar til hvørja søgu verða framlagdar, so verða svørini frá hvørjum bólki  lagdar í eina mappu við blaðnum ovast, har dagfesting, heitið..... er.  - Undir framløguni er lærarin orðstýrari.

Hetta arbeiðið  kann eisini verða nýtt sum “rolluspæl”.

Tað er umráðandi at fáa næmingarnar at siga sína meining og kjakast sínámillum.

Tá allar søgurnar - 16 í tali - eru gjøgnumgingnar, fáa næmimgarnir hvør sítt spurnarblað, sum teir skulu lata læraranum við ongum navni. Orsøkin til tess er at fáa næmingarnar at svara so erliga sum møguligt. Úrslitið av spurnarbløðunum tekur lærarin sær av og leggur úrslitið fram fyri flokkin. Hann kann so spyrja um ymiskt, íð síðani verður kjakast um í flokkinum.

Søgurnar í hesari mappu eru dømir um, hvat hendir í skúlanum. Tað er ein sannroynd, at ein stórur partur av allari happing verður drigin inn í skúlan. Dømi um hetta kundi verði - um næmingar hava verið hjá skótunum og eru vorðnir ósamdir um okkurt og ikki hava fingið greiða á ósemjuni, áðrenn teir skiljast, so er mest sannlíkt, at hetta endar í skúlanum dagin eftir. Tí er eisini sera týdningarmikið, at hetta verður nevnt við foreldrini bæði á fundum og eisini í konkretum støðum. Um hetta eydnast at fáa foreldrini meiri virkin, so eigur hetta at hava við sær -  minni happing í skúlanum.

Skúlin heitir á øll, íð fáast við HAPPING at lesa greinina - “Alt er ikki happing”, sum Tóra við Keldu lærarinna hevði í Dimmalætting s.25 - 27.mai 2013.

Umframt omanfyrinevnda skulu allir flokslærararnir hava næmingasamrøðu við næmingarnir á hvørjum ári. Skúlin hevur spurnarblað við heitinum “Samrøðublað til næmingasamrøður”. Hetta gevur okkum eina ábening um, hvussu trivnaðarstøðan er.

Faldari um happing frá MMR

SSP

SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung. Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung. 

Heiti SSP er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum. skúla, sosialu myndugleikar og politi.

Virkisøkið hjá SSP er børn undir 18 ár.

Tú kanst lesa meira um SSP her

Barnaverndartænastan

Suðuroyar Barnaverndartænasta

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir at børn og ung,sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferðog menning, kunnu fáa tað hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.

Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri at hjálpin verður sett í verk saman við famjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurinhjá familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.

  • Tú kann venda tær til Barnaverndartænastuna um tú, barn títt ella familjan hava ringar umstøður og hava tørv á hjálp til at mýkja gerandisdagin
  • Tú kann eisini seta teg í samband við Barnaverndartænastuna um tú veit um familju ella barn, ið tørvar hjálp
  • Tú kann vera ónevndur um tú ynskir tað

Samband

Telefon 611090

Teldupostur barnavernd@tvoroyri.fo

Vakttelefonin eftir arbeiðstíð 283033

 

Suðuroyar Barnaverndartænasta er skipa sum eitt samstarv millum kommununar í oynni. Kommunustýrini velja hvør sítt umboð í barnaverdarnevndina og í samstarvsnevnd. Samstarvsnevndin skipar umsitingina. Kommununar halda rakstrarútreiðslurnar í mun til fólkatalið.