First Lego League 2022

First Lego League 2022

Stórt tillukku til Lego Hetjurnar úr Vágs skúla, fyri tað flótta úrslitið til First Lego League 2022!

Leygardagin 12. november luttóku næmingar úr Vágs skúla í kappingini First Lego League.

Liðið hevur í átta vikur arbeitt við at byggja ein lego robott, fyri síðan at programmera hann, til at loysa ymiskar uppgávur á einum lego bana. Eisini hava tey arbeitt við evninum Super Powered, har tey hava skrivað eina uppgávu og fyrireikað eina framløgu. Tey skrivaðu um at nýta yvirskots orku frá vindmyllunum, til at pumpa vatn frá Vatnsnesi niðan á Miðvatn. Soleiðis kunnu viđ fáa meiri grøna elorku.

Liðið frá Vágs skúla, sum nevnist Lego Hetjur, fingu steyp fyri næstbestu verkætlan, og vóru tey eisini í uppskoti at hava bestu marknaðarføring.

Tvey tey bestu liðini í kappingini, verða bođin við at luttaka í donsku finaluni sum verður í Odense 3. Desember.

Vit ynskja Lego Hetjunum hjartaliga tillukku við fantastiska úrslitinum, og allar bestu eydnu í finaluni!