Tøkk fyri allan stuðul í samband við innspæling av jólasanginum Stjørnan Lýsti
Fyri nøkrum vikum síðani fór ein spontan, óverulig og partvís ógjørlig verkætlan í gongd í Vágs skúla, og úrslitið er nú klárt. Hetta hóast hetta als ikki skuldi verið møguligt.
Søgan er í stuttum tann, at vit í nøkur ár hava havt ein jólasang tøkan. Tey, sum nú ganga í 8. flokki (dec. 2022) sungu hann onkutíð til jólahald, tá tey vóru yngri, - saman við Dagfinni, flokslærara.
Í ár varð sangurin tikin fram aftur, og dustið blást av, og vant varð við yngru næmingunum.
Ein dagin undir venjing hyggur skúlastjórin, John Henrik, inn, og spyr, um hetta er ein “heimagjørdur “ sangur, og um so er, so skuldi hann verið innspældur.
Og síðani leggur hann afturat, at faktiskt áleggur hann lærarum, at sangurin verður innspældur til jóla.
Vit skriva 29. november, so ein og hvør kann siga sær sjálvum, at hetta er ógjørligt. Tey, sum innspæla jólasangir, hugsa óivað um hetta í august ella september, tí vegurin frá ætlan til lidna innspæling í studio kann vera drúgvur.
Annað er, at trupult er fáa studio og tónleikarar hesa árstíð, tí øll hava úr at gera.
Tó var ikki annað at gera, enn at royna. Í byrjanini sá ikki gott út. Fleiri bóru seg undan, tí kalendarin var fullur.
Dagfinn fór síðani aftur á slóðina, leitaði gamlar spælivinir upp, og tá hann hevði tosað við Magna Husgaard, Kim Hansen og Hans Petur í Brekkunum, sum allir játtaðu við tí treyt, at talan var um heldur skjóta avgreiðslu, men við tí dygd, ið slíkt eigur at hava, - so var ljós fyri framman.
Farið varð í gongd. Magni Husgaard spældi at kalla alt inn. Kim Hansen hevði játtað at taka saxofonina hjá Hans Peturi upp, og eisini spurdi Kim, um hann ikki skuldi syngja nakrar kórrøddir inn?. Tá av tornaði hevði Kim sungið 12 spor við kórrøddum!
Hetta liggur í dag sum eitt mjúkt teppi undir allari upptøkuni, og er at kalla prikkur yvir i’inum.
Ingun lærdi børnini at syngja sangin, sum børn í innskúling sungu saman við næmingum úr barnakórinum hjá Vágs skúla, og hon samskipaði, so tað gekk sum eftir ánni við venjing, koyring og øðrum.
So varð at fáa børnini at syngja inn. Tróndur Enni játtaði, hóast nógvar spæliuppgávur bæði í Havn og í Suðuroynni, at taka sang upp.
Sjálvan valdagin, 8. desember, fóru næmingar á Tvøroyri í upptøkuhølið hjá Trónda at syngja inn. Foreldur koyrdu næmingarnar og avheintaðu aftur, og alt gekk sum eftir ánni. Síðani spældi Dagfinn bass inn, og so var bert eftir hjá Magna at ljóðblanda, innan upptøkan endaliga varð send til mastering, sum Finnur Hansen tók sær av.
Vágs skúli vil hervið takka øllum; tónleikarum, foreldrum og tøkningum, ið gjørdu hesa verkætlan møguliga, hóast stutt skotbrá. Tað tók umleið 10 dagar frá hugskotinum um upptøku, til endaliga úrslitið var liðugt. Kanska er hetta met, hvør veit?
Og hóast hetta, so er dygd í, og øll tykjast sera nøgd við úrslitið, nú Vágs skúli, umframt annað tilfar, sum áður er útkomið, eisini hevur givið út ein jólasang.
Manningin:
Blandað Jóladrops
Stjørnan Lýsti
Orð og lag: Dagfinn Olsen
Sangrøddir; Næmingar í Vágs skúla, december 2022
Sangleiðsla: Ingun Háberg
Tangentar og onnur ljóðføri; Magni Husgaard
Saxofon; Hans Petur í Brekkunum
Kórrøddir: Kim Hansen
Bass; Dagfinn Olsen
Upptøka: Magni Husgaard, Kim Hansen, Tróndur Enni
Ljóðbland: Magni Husgaard
Mastring: Finnur Hansen
Myndir (til sjónband): Dagfinn Olsen, Tróndur Enni, Ingun Háberg, Esther H. Suðuroy, Andrass Petersen
Klipt sjónband saman: Andrass Petersen