Hvat gera vit við happing?
Í sambandi við happing - hevur skúlin valt at gera eina mappu við 16 dømum/søgum, sum umrøða happingarstøður. Mappan tekur støðið í dagførdu trivnaðarætlanini og er í tráð við endurskoðaði fatanini av happing. Mappuna hava allir lærarar, námsfrøðingar og heilsusystir fingið.
Dømini/søgurnar eru úr bókini, sum ber heitið: Mobning í skolen, íð Poul Svendsen hevur greitt úr hondum. Vit hava valt heitið á hesari mappu : “HAPPING Í SKÚLANUM”.
Dømini eru leysliga týdd til føroyskt, har ein lítil søga er, síðani nakrir spurningar og ein mynd.
Næmingarnir arbeiða í bólkum og fáa hvør sítt blað við søgu og spurningum - og eitt blað við eini mynd. Bólkurin velur ein skrivara, sum førir til skjals, dagfesting, heitið, bólkur & flokkur. Lærarin lesur síðani søguna og spurningarnar upp fyri flokkinum. At enda minnir hann teir á, at myndin er umráðandi at hava í huga, tá tey fara at kjakast.
Bólkarnir fara so til arbeiðis, næmingarnir kunnu/skulu skiftast um at svara, tá framløga verður. Næmingarnir skulu skiftast um at verða skrivarar - ikki sami hvørja ferð. Tá framløgurnar til hvørja søgu verða framlagdar, so verða svørini frá hvørjum bólki lagdar í eina mappu við blaðnum ovast, har dagfesting, heitið..... er. - Undir framløguni er lærarin orðstýrari.
Hetta arbeiðið kann eisini verða nýtt sum “rolluspæl”.
Tað er umráðandi at fáa næmingarnar at siga sína meining og kjakast sínámillum.
Tá allar søgurnar - 16 í tali - eru gjøgnumgingnar, fáa næmimgarnir hvør sítt spurnarblað, sum teir skulu lata læraranum við ongum navni. Orsøkin til tess er at fáa næmingarnar at svara so erliga sum møguligt. Úrslitið av spurnarbløðunum tekur lærarin sær av og leggur úrslitið fram fyri flokkin. Hann kann so spyrja um ymiskt, íð síðani verður kjakast um í flokkinum.
Søgurnar í hesari mappu eru dømir um, hvat hendir í skúlanum. Tað er ein sannroynd, at ein stórur partur av allari happing verður drigin inn í skúlan. Dømi um hetta kundi verði - um næmingar hava verið hjá skótunum og eru vorðnir ósamdir um okkurt og ikki hava fingið greiða á ósemjuni, áðrenn teir skiljast, so er mest sannlíkt, at hetta endar í skúlanum dagin eftir. Tí er eisini sera týdningarmikið, at hetta verður nevnt við foreldrini bæði á fundum og eisini í konkretum støðum. Um hetta eydnast at fáa foreldrini meiri virkin, so eigur hetta at hava við sær - minni happing í skúlanum.
Skúlin heitir á øll, íð fáast við HAPPING at lesa greinina - “Alt er ikki happing”, sum Tóra við Keldu lærarinna hevði í Dimmalætting s.25 - 27.mai 2013.
Umframt omanfyrinevnda skulu allir flokslærararnir hava næmingasamrøðu við næmingarnir á hvørjum ári. Skúlin hevur spurnarblað við heitinum “Samrøðublað til næmingasamrøður”. Hetta gevur okkum eina ábening um, hvussu trivnaðarstøðan er.