týs. 16. jan. - mik. 17. jan.

Fyrilestur við Jens Andersen

Gloymið sjónvarp og arbeiðið, og komið ístaðin til ein spennandi fyrilestur við Jens Andersen, sálafrøðingi týskvøldið 16/1 kl. 19.00 í Skúladeplinum í Hovi

Heiti á fyrilestrinum er : "Om forældrenes betydning for børns fællesskaber, robusthed, trivsel og læring i institutioner og skoler.”

Fyrilesturin snýr seg um inklusión og tað at rúma hvørjum øðrum, um hvønn týdning foreldrini hava fyri trivnaðin og læringina hjá børnunum, um tað neyðuga samstarvið millum foreldur og skúla, um hvussu børnini og tey ungu eisini kunnu fáa ávirkan, um hvussu vit menna felagsskapskensluna millum børnini/tey ungu, um tey vaksnu sum fyrimyndir, um at seta krøv til børnini, um harðbalni (robusthed) - og mangt annað.

- eitt hugnaligt kvøld, við skemtingarsomum søgum frá gerandisdegnum

Jens Andersen er ein royndur fyrilestrahaldari og hevur skrivað fleiri greinar um trivnað og innlæring hjá børnum, og harumframt uppaling og undirvísing