týs. 16. jan. - mik. 31. jan.

Tíðaravmarkað starv í Vágs Skúla

Vágs Skúli søkir eftir einum lærara at undirvísa 23 tímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað frá 01. mars til 28. juni 2018.

Søkt verður eftir lærara sum • kann átaka sær undirvísing í ítrótti, føroyskum og enskum • dugur væl at samstarva og samskifta • vil menna seg sjálvan og skúlan • vil sýna næmingum og undirvísing sín eldhuga • vil fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika.

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastarvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsókn við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi  seinasta lagi fríggjadag 2. februar 2018  kl. 12.00

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf. 239330

Anita Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 723090

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan:    john.henrik.holm@skulin.fo

 

Umsóknin verður stílað til:

Vágs Skúla

Vágsvegur 32

900 Vágur

ella við telduposti: john.henrik.holm@skulin.fo