mán. 12. feb. - týs. 13. feb.

Føstulávintsmánadag

Føstulávintsmánadag 12. februar fara vit at sláa tunnu og at hugna og skemta okkum.

Vit møta kl. 9.00. Tá byrja vit so smátt at hita upp til tunnuslátturin við føroyskum dansi. Stuttligt hevði verið, um øll eru í grýluklæðum og tí ókennilig.

Tá ið vit hava sligið tunnurnar niður og funnið allar kattakongarnar og kattadrotningarnar, fara vit at hugna og fáa okkurt gott undir tunguna.

Føstulávint

Í hesum skúlaárinum eru tveir frídagar, sum skúlin kann leggja, og hava vit valt at leggja annan týsdagin eftir føstulávintsmánadag. Hin frídagurin er lagdur fríggjadagin 11. mai, dagin eftir Kristi himmalsferðardag.

Tí skulu vit ikki tíðliga upp týsmorgunin 13. februar. Vit sleppa at sova leingi, tí vit hava sum sagt ein frídag og skulu tí ikki í skúla.