frí. 24. aug. - ley. 25. aug.

Rørsludagur fyri 2. - 10. flokk - HVISTAN

Hvistan skipar fyri einum heilsu og rørsludegi fríggjadagin 24. august.

Skráin er soleiðis:

09.00 Allir næmingar í 2. - 10. flokki møta í Marghøllini.

09.30 verður farið undir virksemið, ið heldur á til umleið 11.20
11.30 verður ein matarsteðgur til 12.00
12.15 frískt og gott tónleika innslag + annað surprise
13.00 liðugt

Frukt og vatn verður útflýggja til tiltakið, men umráðandi er at børnini hava góðan matpakka við og klæðir, ið hóska seg til rørslu.

Hvistufólk saman við ungdómi frá Ítróttarháskúlanum syrgja fyri tiltøkunum.