týs. 30. okt. - mán. 19. nov.

Vágs Skúli søkir eftir lærara

Vágs Skúli søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi at byrja skjótast gjørligt til 27. Juni 2019.

Førleikakrøv:

Skúlanum tørvar lærara, sum skal undirvísa í grund- og miðdeild. Viðkomandi skal eisini kunna undirvísa næmingum við serligum avbjóðingum.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 –29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Søkt verður eftir lærara sum:

  • Hevur læraraútbúgving
  • duga væl at samstarva og samskifta
  • vilja menna seg sjálvan og skúlan
  • sýna  næmingum og undirvísing sín eldhuga
  • vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin

 

Umsóknir:


Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi tórsdagin 15. novembur  2018  kl. 12.00

Umsóknir skulu sendast til:

 

Vágs Skúla

Vágsvegur 32

Fo-900 Vágur

 

Ella á teldupost:  john.henrik.holm@skulin.fo

 

 

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja ella senda teldupost til

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330 ; teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo  ella

Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 723090 ; telduspostur: anita.nysted@skulin.fo