mik. 10. okt. - hós. 27. des.

Brunavenjing í dag

Venjing gekk sum heild gott.

·         Allir næmingar vóru úti og upptaldir eftir 6:40  minuttir

·         Øll starsvfólk vóru úti samstundis.

·         Myndir eru av venjingini.

 

Skrásettir trupulleikar:

·         Klokkan hoyrist ikki í smíð – hetta skal kannast

·         Vit hava vitjan á skúlanum. Gestur okkara kemur ikki út á laði og verður tí ikki taldur við

          Vit skulu minnast til at vit eiga ábyrgdina av gestum okkara.

·         Summir yngri næmingar blivu bangir og onkur græt.

·         Næstan allir lærarar høvdu protokollina við út á laðið, tó manglaði onkur protokollina.

          Allir lærarar vistu tó  hvussu nógvir næmingar vóru í skúla og høvdu fingið allar næmingarnar við út á

          laðið

·         Vit høvdu ikki eitt klárt yvirlit yvir hvussu nógvir lærarar/møguligir gestir vórðu á skúlanum

·         Í meldrinum bleiv ein námsfrøðingur taldur við tvær ferðir.

·         Allir lærarar koyra ikki hurðina til flokshølini aftur (er DB 60 hurð)

·         Ein lærari er ikki síðstur úti úr flokshølinum

·         Ein næmingur var ikki í flokshøli sínum, men kom við út.