týs. 12. feb. - týs. 30. apr.

Vágs Skúli avlýsir......

Vágs Skúli avlýsir í dag vanligu skúlagongdina. Hetta hóast veðrið í Vági ikki er av tí ringasta.

Vit vilja við hesum koma við einari nærri forkláring uppá hví so er.

Í tíðini áðrenn 23. januar 2014 var tað upp til leiðslu skúlans at gera av um skúlin skuldi avlýsa vegna veður. Hetta var mangan ringt at meta um, tí sum øllum kunnugt so kann veðrið vesturi í Bø verða av tí besta, meðan tað stendur um húsabrot á Marknoyri.

Hetta førdi við sær, at vit í summum førum fóru í skúla í veðri, tá tað kundi verða vandamikið fyri summi.

Hetta tók skúlastyri upp á fundin tann 23. januar 2014, har tað er ført í gerðabókina at: Skúlastýrið hevur á fundi í dag samtykt, at eingin skúlagongd verður, um bygdaleiðir avlýsir koyring vegna veður.

Samtykt er tikin við fleiri atlitum:

·         Atlit verður sjálvandi fyrst og fremt tikið til veðrið. Er tað trygt at fara út og í skúla

·         Atlit verður tikið til, at uttanbíggja børnini fáa somu undirvísing, sum børnini í Vági. Og ikki hava fráveru, tá ið veðrið er ringt.

·         Atlit verður tikið til, at yvir 1/3 av starvsfólkum skúlans búgva uttanfyri Vág.

·         Altlit verður tikið til, at leiðslan í Vágs Skúla ikki einsamælt skal avgera um skúlin skal avlýsast. Men at man brúkar tann sakkunnleika, sum er á økinum. Tað merkir, at um SSL ikki metir at tað er ráðiligt at koyra til Vágs, so er heldur ikki ráðiligt at fara í skúla.

Seinasta avlýsing í Vágs Skúla var tann 22 nov. 2017.

Veðrið, ein dag sum í dag tykist at verða hampuligt í Vági. Skúlin er ikki lukkaður, vit eru á skúlanum. Vit hava bert ikki vanliga skúlagongd.