frí. 15. mai. - hós. 18. jun.

Vælkomin aftur í skúla

Nú fara vit aftur í skúla mánadagin 18. maj

Vit hava dagført tímatalvurnar hjá øllum flokkum, so vit kunnu halda tilmælunum frá myndugleikunum um millum annað frástøðu og reinføri.

Dagførdu tímatalvurnar eru at finna á síðuni hjá einstøku flokkunum.

Vit skulu minna á at:

  • 1. & 2. flokkur brúka inngongdina við kirkjuna og við auluna.
  • 3., 4., & 6. flokkur og lonin brúka ovara gongd í nýggja skúla
  • 5., 7., 8., 9. & 10. flokkur brúka høvuðsinngongdina í gamla skúla

Skúlagongdin verður næstan sum vanligt, tó hava vit  gjørt av, at 7., 8. & 9. flokkur halda áfram at hava ein undirvísingardag um vikuna á netinum.