hós. 24. sep. - frí. 25. sep.

Fablab letur alment upp tórsdagin 24. sept. kl. 13:00

Nú er stundin komin at lata FABLAB Vágur upp fyri almenninginum

 

Í tí sambandi vilja vit við hesum bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til opningsdagin tann 24 sept. Frá kl. 13 til 15.

Vælkoman verður í auluni í Vágs skúla kl. 13. Fólk verða biðin um at brúka inngongdina frá skúlagarðinum.

Vit bjóða eisini kaku og kaffi.

Orsakað koronatilmælini kunnu vit ikki savnast í størri bólkum, so vit eru noydd til at vísa tykkum Fablab hølini í smærri bólkum í senn, men hetta fáa tit nærri at vita um, tá tit koma.