frí. 28. mai. - mán. 14. jun.

Leys størv at søkja í Vágs Skúla

Vit søkja eftir trimum námsfrøðisligum stuðlum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2021/2022.


1 starv at seta við setanarbrotinum 0,55 ella 25 t/v í mið- og grunddeild

2 størv at seta við setanarbrotinum 0,77 ella 35 t/v í Lonini (sertilboð)

Søkt verður eftir námsfrøðisligum stuðlum,

·         sum duga væl at samstarva og samskifta

·         vilja menna seg sjálvan og skúlan

·         sýna næmingum og undirvísing sín eldhuga

·         vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin

·         kunnu hjálpa við dreingja ítrótti og dreingja svimjing

Umsøkjarar, ið hava arbeiðsroyndir í skúlahøpi hava fyrimun.

Førleikakrøv:
Linjulestur ella samsvarandi førleika. Royndir innan serøkið

·         Lønar- og setanartreytir:

·         námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-22

·         námsfrøðingar í sertilboði verða løntir í lønarflokki 13, 15, 17, 19 og 21

·         hjálparfólk verða lønt í lønarflokkunum 3-9

Umsóknir:

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadag 14. juni 2021 kl. 12.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja ella skriva til

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330 teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo
Anita Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 239334 teldupostur: anita.nysted@skulin.fo
Sølvi Andreasen, leiðari á Lonini á tlf. 269567 teldupostur: soelvi.andreasen@skulin.fo