hós. 16. des. - frí. 7. jan.

Næmingarnir fara í jólafrí mikudagin 15. desember

Góðu foreldur og næmingar.

Landsstýrismaðurin í menta- og skúlamálum hevur boðað frá, at nú tilmælini í sambandi við korona eru herd, fara skúlarnir í jólafrí fyrr enn ætlað.

Politiski myndugleikin hevur gjørt av, at skúlin og frítíðarskúlin fer heim mikudagin 15. desember. Hetta merkir, at næmingarnir møta ikki í skúlanum frá 16. desember og til seinasta skúladag fyri jól, ið er 21. desember.

Skúlarnir og frítíðarskúlarnir hava opið í neyðugum vavi fyri børnum, sum ganga í forskúla og 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig.

Í tí sambandinum skulu tit, foreldur boða skúlanum frá, um børnini koma í skúla, seinast týsdagin kl. 16:00

Vit byrja aftur onsdagin 5. januar kl. 08:00