Størv í Vágs Skúla skúlaárið 2022/23
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2022
1 lærari í tíðaravmarkaðum starvi til 31. desembur 2022 fyri lærara í farloyvi.
4 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/23 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar.
1 námsfrøðisligan stuðul í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2022/23. Starvið er 28 tímar um vikuna, lønarbrøkur umleið 0,65.
Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:
· duga at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
· at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
· eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur
· duga at leggja til rættis og leiða undirvísingarstøðuna
· leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.
· sýna ein positivan hugburð til børn og ung, vitan og læru
Førleikakrøv lærarar
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving. Skúlin tørvar serliga lærarar sum kunna undirvísa í onkrari av hesum lærugreinum: Støddfrøði, tónleiki, ítrótti – serliga dreingjaítrótti, donskum og føroyskum. Umframt at skúlanum tørvar lærara til sertilboð okkara.
Eisini tørvar skúlanum lærarar, ið kunnu átaka sær floks-/toymisleiðslu
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2022.
Førleikakrøv stuðul
Skúlanum tørvar stuðul, sum kann arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í miðdeild. Arbeitt verður inni í flokkum, í smærri bólkum og ein til ein.
Royndir innan serøkið er ein fyrimunur, umframt at viðkomandi dugir væl at samstarva og samskifta, dámar avbjóðingar og setir tollyndi í hásæti.
Lønar- og setanartreytir
Starvið sum námsfrøðingur er sáttmálasett, og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
• Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-23
• Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-9
Umsóknir
Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum og játtilsi um at barnaváttan kann innheintast, skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 27. mai 2022 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:
Vágs Skúli
Vágsvegur 32
FO 900 Vágur
Ella í teldubrævi til: john.henrik.holm@skulin.fo
Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara og við at venda sær til:
skúlastjóran, John Henrik Holm fartlf. 239330 ella
varaskúlastjóran Anita Nysted fartlf. 239334