týs. 17. mai. - frí. 29. jul.

Gymnasialar miðnámsútbúgvingar - Almennar Upptøkutreytir

Almennar upptøkutreytir eru:

• at tú hevur fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni.

• at tú hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði.

• at tú hevur lokið tær munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.

Treytin er harumframt, at tú hevur lokið omanfyri nevndu royndir við nóg góðum úrsliti, og at tú ert førur fyri at fylgja undir

Búskaparbreyt

 

Búskaparbreyt I er 3 ára gongd og verður boðin út á Kambsdali (1A), Suðuroy (1C) og Tórshavn
(6B).
Velur tú Búskaparbreyt I (1A), skalt tú velja eina lærugrein. Velur tú Búskaparbreyt I (1C),
fer val av lærugreinum fram aftaná upptøku.
Velur tú Búskaparbreyt I í Tórshavn (1B), skalt tú raðfesta tvær Leiðir, og tú skal velja eina
lærugrein. Leið B2 skal velja tvær lærugreinar.
Fyri at velja Týskt framhaldsmál á búskaparbreytini, skalt tú frammanundan hava fingið
royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár.

 

 Hugbreyt 

 

 Velur tú hugbreytina (3A og 3C), skalt tú velja eina lærugrein úr hvørjum bólki. Til ber ikki at
velja sama mál á B- og A-stigi. Um tú t.d. velur Franskt B í einum bólki, kanst tú ikki velja
Franskt A í hinum bólkinum.
Velur tú Hugbreyt í Tórshavn (3B), skalt tú raðfesta tvær Leiðir, og tú skal velja tríggjar
lærugreinar. Leið H1 skal ikki velja mál Fremmandamál B/ Danskt A. Leið H2kann ikki velja
Danskt A. Leið H5 skal ikki velja listalærugrein C, men velja millum Tónleik A ella Myndlist A.
Fyri at velja Týskt framhaldsmál á (sí viðmerking til BB) hugbreytini, skalt tú hava fingið
royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár.
Hugbreytin tekur 3 ár.

 

 Náttúrubreyt 

 

 Velur tú nátturubreytina (4A og 4C), skalt tú velja eina lærugrein.
Velur tú Náttúrubreyt í Tórshavn (4B), skalt tú raðfesta tvær Leiðir, og tú skal velja eina
lærugrein. N6 skal ikki velja listalærugrein C, men velja millum Tónleik A ella Myndlist A.
Fyri at verða tikin inn á náttúrubreytina, skalt tú hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í
minsta lagi 2 ár í alis-/evnafrøði. Náttúrubreytin tekur 3 ár.