mán. 30. mai. - frí. 17. jun.

Vágs Skúli søkir eftir stuðlum til skúlaárið 2022-2023

Vit søkja eftir trimum námsfrøðisligum stuðlum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2022/2023.

1 starv at seta við setanarbrotinum 0,55 ella 25 t/v í mið- og grunddeild

2 størv at seta við setanarbrotinum 0,77 ella 35 t/v í Lonini (sertilboð)

 

Søkt verður eftir námsfrøðisligum stuðlum,

·         sum duga væl at samstarva og samskifta

·         vilja menna seg sjálvan og skúlan

·         sýna næmingum og undirvísing sín eldhuga

·         vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin

·         kunnu hjálpa við dreingja ítrótti og dreingja svimjing

Umsøkjarar, ið hava arbeiðsroyndir í skúlahøpi hava fyrimun.

Førleikakrøv:

Linjulestur, arbeiðsroyndir innan serøkið ella samsvarandi førleika.

Skúlanum tørvar stuðul, sum kann arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í innskúling/miðdeild. Arbeitt verður inni í flokkum, í smærri bólkum og ein til ein.

Royndir innan serøkið er ein fyrimunur, umframt at viðkomandi dugir væl at samstarva og samskifta, dámar avbjóðingar og setir tollyndi í hásæti.

Áðrenn ein møgulig setan verður framd, skulu starvsfólk útvega barnaváttan sambært § 2 í barnaváttanarlógini.

Lønar- og setanartreytir

Starvið sum námsfrøðingur er sáttmálasett, og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

• Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-23
• Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-9

Umsóknir:

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. juni 2022 kl. 12.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja ella skriva til

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330 teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo
Anita Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 239334 teldupostur: anita.nysted@skulin.fo