frí. 20. jan. - týs. 31. jan.

Spurnarkanning: Summarlega í Vági?

Er tørvur á eini summarlegu í Vági?

 

Góðu foreldur,

Vágs Kommuna hevur frætt frá barnafamiljum, at tað kann verða avbjóðandi at fáa summarferiuna hjá skúlanum at passa við summarferiuna hjá foreldrunum. Í hesum sambandi vil kommunan kanna tørvin hjá foreldrum at børnum, sum ganga í 1. til 4. flokki. Er brúk fyri einum skipaðum aktivitetstilboðið ein part av summarferiuni, sum børnini kunnu fara til, meðan foreldrini enn ikki hava fingið teirra summarferiu frá arbeiðsplássinum?

Vágs Kommuna er sinnað at hyggja nærri, at møguleikanum at skipað fyri eini summarlegu fyri børnum í 1. til 4. flokki. Talan vil ikki vera um eitt vanligt ansingartilboð, sum kommunan í dag bjóðar, men ein skipaðan aktivitetsálmanakka – eina summarlegu, sum er gerandisdagar og sum er skipaður soleiðis, at øll kunnu vera við. Hugsast kann, at í tvær vikur í summar fyriskipar Vágs Kommuna ein aktivitetsálmanakka, sum børnini kunnu meldast til. Hesar vikurnar eru fólk um børnini, t.d. frá klokkan 9.00 til 15.00, og hava ymiskar aktivitetir við børnunum. Talan kann bæði vera um ítrótt, rørslu og list, men eisini aðrar aktivitetir, sum kanska ikki vanliga verða bjóðaðir í Vági. Somuleiðis vildi verið upplagt at brúkt hentleikar og annlegg hjá og í kommunu, og vøkru náttúruna kring Vág. Vágs Kommuna kann upplýsa, at støða ikki er tikin til møguligan kostnað fyri luttøku á summarleguni. Spurnarblaðið vil geva okum ábendingar um prísásetingina.

Kunnu tykur foreldur svarað spurnarblaðið, soleiðis at Vágs Kommuna fær kanna tørvin hjá tykum? Svarið er dulnevnt og ikki bindandi, men verður brúkt víðari í fyrireikingararbeiðinum. Um tykur hava fleiri børn í áðurnevndu flokkum, so vinarliga svarið fyri hvørt barnið. Tvs. svarið spurnablaðið tvær ferðir, um tykur eiga tvey børn, sum eru fevnd av uppskotinum.

Vinarliga svarið spurnarblaðið her og innan fríggjadagin 27. januar: Spurnarblað

Vinarliga,

 

Vágs Kommuna