
JOB match - foreldur er vælkomin við
Tiltakið verður fríggjadagin 24. februar í Vágs skúla – í fimleikahøllini og í auluni. Byrjað verður klokkan 10.00 og okur halda á til klokkan 13.00/14.00 – alt eftir hvussu longi næmingarnir eru til staðar.
Endamálið við tiltakinum er at kunna næmingarnar, og foreldur teirra, um útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar í Suðuroynni. Tiltakið er eisini eitt gylt høvi hjá tykum at koma í samband við komandi ættarliðið, sum er á veg inn á arbeiðsmarknaðin. Eisini gevur tiltakið tykum møguleika at netverka og koma í prát við umboð frá hinum fyritøkunum.
Tiltakið er skipað eins og stóra starvsstevnan Jobmatch, har næmingar frá Vágs skúla, Tvøroyrar skúla og Hvalbiar skúla (og foreldur teirra), og næmingar frá Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum er bodnir við. Tykra fyritøka hevur eitt økið á áleið 2,5 x 2,0 m, har høvi verður at leggja/heingja ymiskt tilfar, seta roll-up, borð o.l. fram. Vágs skúli kann útvega borð og stólar, um tørvur er á hesum – sigi frá. Tað er onki luttøkugjald, men afturfyri ynskja okur, at tykur leggja dent á tykra økið, soleiðis at hetta er áhugavert at vitja.
Í auluni er ein stórur skíggi, sum er ætlaðu fyritøkunum. Tankin við skíggjanum er, at fyritøkur kunnu vísa viðkomandi lyklatøl fyri næmingunum. Hetta kundi verið starvsfólkamongd, hvar tykur eru stødd, vinnugrein/ar, hvørjar útbúgvingar fyritøkan krevur ella bjóðar, osfr. Kunna tykur undirritaða eitt PowerPoint slide? Slide má gjarna hava tykra layout, logo og annað? So seti eg tað saman í eitt størri slide, sum kemur at koyra á stóra skíggjanum. PowerPoint slide’ið kann sendast til magnus@vagur.fo.
Fimleikahøllin og aulan eru opin frá kl. 8.30 fríggjamorgunin, 24. Februar, og væntað verður, at tykra økið er klárt klokkan 10.00, tá okur byrjað. Vágs skúli bjóðar øllum kaffi og okkurt søtt meðan tiltakið er.
Okur gleða okum at síggja tjeg og tína fyritøku/stovn fríggjadagin 24. februar.
Um tykur hava spurningar, so eru tykur altíð vælkomin at skriva til magnus@vagur.fo ella ringja á 239392.