mán. 16. jan. - mik. 25. jan.

Innskriving í 1. flokk

Vælkomin í skúla


Mánadagin 23. januar 2017 verða børn í Vágs Kommunu, sum skulu í 1.flokk skúlaárið 2017/2018, innskrivaði.

Innskrivingin verður frá kl.13.00 og til kl.14.15 í Vágs Skúla. Næmingarnir, sum skulu í 1.flokk, verða innskrivaðir á skrivstovuni hjá skúlastjóranum.

Mint verður á, at dóps- ella navnaseðil skal havast við.