mán. 16. jan. - frí. 20. jan.

ArtiCon á vitjan

ArtiCon hevur í dag verið á vitjan í Vágs Skúla og kunna um teirra spennandi felag í  byggi- og anleggsvinnuni. Sera góðir og nógvir møguleikar eru at fáa eina útbúgving og/ella arbeiði í hesari vinnu. ArtiCon hevur ein stóran starvsfólkahóp, og er talan um bæði fak- og ófaklærd starvsfólk bæði kvinnur og menn.

Hjá ArtiCon starvast verkfrøðingar, byggifrøðingar og byggitøkningar, búskaparfrøðingar, bil- og maskinførarar, timburfólk, ófaklærd arbeiðsfólk, mekanikarar og so víðari. Alt hetta hava teir á Articon kunna okkara næmingum í 9. og 10. Flokki um, nú teir standa á gáttini at fara út á arbeiðsmarknaðin ella til víðari lestur.