
Starv í Vágs Skúli
Vágs Skúli søkir eftir námsfrøðisligum stuðli .
Søkt verður eftir:
Námsfrøðiligum stuðli skúlaárið 2017/2018.
- 1 starv at seta við setanarbrotinum 0,562 ella 25 t/v í miðdeild
Tann, ið settur verður skal:
· duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.
· verða fús/ur at taka seg uppgávur, sum eru í skúlanum
· vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur
Lønar- og setanartreytir
· Stuðulstarvið verður lønt sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag.
Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av møguligum prógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Vágs Skúla í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. august 2017, kl. 12.00.
Tú fært meiri at vita um størvini frá John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf. 239330.
Umsóknin verður stílað til:
Vágs Skúla
Vágsvegur 32
900 Vágur
ella við telduposti: john.henrik.holm@skulin.fo
Um skúlan:
Næmingatalið í Vágs Skúla er 209 í tíggju árgangum. Í 8. – 9. flokki er Vágs Skúli tvísporaður hetta tí, at Vágs Skúli er felagsskúli fyri bygdirnar Hov, Porkeri, Lopra, Akrar og Sumba í hádeildini. Í skúlanum starvast 23 lærarar, 3 námsfrøðingar, húsavørður, 7 vaskifólk og heilsufrøðingur.