TT

Skúlastýrisval 12.11.2024

30.09.2024

8. oktober 2024
Kunning frá Undirvísingarstýrium um valrætt til skúlastýrisval.

Nú tað stundar til skúlastýrisval, er tað týdningarmikið, at foreldur at børnum í skúlanum vita, um tey hava atkvøðurætt.

Hvør hevur atkvøðurætt?
Foreldur hava atkvøðurætt, um tey eru løggildu foreldur at barninum, sum gongur í skúlanum. Hetta merkir, at tað er neyðugt at hava foreldramyndugleika fyri at hava atkvøðurætt. Hetta eiga foreldur at vera kunnað um. Um tey eru í iva, um tey hava atkvøðurætt, er her ein máti at kanna, um mann hevur foreldramyndugleika/atkvøðurætt.
 
Havi eg sum foreldur atkvøðurætt?
Á Vanganum (app):Far til "Vangamynd"
Niðast á síðuni stendur "Børn undir 18 ár"
Um barnið/børnini standa har, hevur tú foreldramyndugleika
Um tú ikki ert skrásett/ur rætt:Vend tær til Familjufyrisitingina (um tú ert ógift/ur)
Vend tær til lokala prestin, um tú ert gift/ur
Báðir myndugleikar hava beinleiðis atgongd til fólkayvirlitið (FOLK) - Kervi er knýtt í FOLK
 
Møguligar misskiljingar
"Fráboðan av faðirskapi" og "fráboðan av avtalu um felags foreldramyndugleika" eru ikki tað sama
Tað seinna er neyðugt fyri at hava atkvøðurætt til skúlastýrisvalið
 
Týdningarmikið at minnast til

Foreldur, sum eru í iva, eiga at kanna málið og venda sær til viðkomandi myndugleikar um neyðugt, so tey kunnu tryggja sær atkvøðurætt til skúlastýrisvalið.

  • Uppstillingarfundur verður týskvøldið 29. oktober 2024 kl.18.00 í Auluni í Vágs skúla.
  • Uppskot um valevni skulu vera valnevndarformanninum, John Henrik Holm, í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 5.nov 2024.

Vallistarnir verða lagdir fram í seinasta lagi 22. oktobur. Hesir kunnu síggjast á skúlanum og á kommunuskrivstovuni.