TT

Leys størv í Vágs Skúla skúlaárið 2025/26

16.04.2025

Leys størv í Vágs Skúla skúlaárið 2025/26 


Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025:  

2 føst lærarastørv. 
2 tíðaravmarkaði lærarastørv skúlaárið 2025/26 vegna farloyvi. 
1-2 tíðaravmarkaði lærarastørv skúlaárið 2025/26 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar.   

 
Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:  
- eru samstarvs- og virkisfús 
- eru fyrikomandi og løtt at samskifta 
- eru sinnað at átaka sær tær uppgávur, ábyrgd og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur   
- leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning   
- duga væl at samstarva  
- hava góðar KT-førleikar á brúkarastøði  
 
Førleikakrøv 
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv.  
Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa í hesum lærugreinum: lívfrøði, handverk & list, ítrótti/dreingjaítrótti og donskum - umframt átaka sær floks-/toymisleiðslu. 
 
Lønar- og setanartreytir 
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.   
Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2025. 
  
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina. 
  
Umsóknir: 
Umsóknir við cv, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. apríl 2025  kl. 12.00. 

Umsóknir skulu sendast til: 
Vágs Skúla 
Vágsvegur 32 
Fo-900 Vágur 
ella á teldupost:  john.henrik.holm@skulin.fo 


Nærri kunning um starvið fæst við at ringja ella senda teldupost til: 
John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330; teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo  ella 
Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 239334; telduspostur: anita.nysted@skulin.fo