TT

Vika 18 - 2024

Mánadagur
29. apríl
Handaverk & list
Góðu foreldur 
Har er komin ein lítil várheilsa við heim, hon liggur í skúlataskuni :) 
Støddfrøði:
Kap. 8: Vit eru byrjaði við symmetri - umráðandi at linjál er í pennahúsinum. Tit eru vælkomin at venja 3, 4 og 5 tabellirnar við teimum. Vit fara at taka hesar í flokkinum og eisini sum rørsluspøl.
Týsdagur
30. apríl
Ítróttur
Havið innanduraskógvar og handklæði við
Føroyskt
Verkætlan um Hans A. Djurhuus byrjar í dag
Mikudagur
1. mai
Heimaarbeiði
Lesið væl upp á eitt vers (tey, sum ikki megna eitt heilt, lesa eitt hálvt) upp á til í dag av pápi mín. Vit fara at lesa hart í flokkinum. 
Allur teksturin liggur niðast her á síðuni
Støddfrøði:
Kapitul 9: Keyp og søla. Kent tilfar har tey sleppa royna seg :-) Arbeiðslagið er vorði nógv betur og hugaligt at síggja tey sita í egnum heimi og dríva á.
Hósdagur
2. mai
Heimaarbeiði
Tey, sum ikki lósu hart mikudag, lesa eitt (ella eitt hálvt) vers hart, væl upp á til í dag. 
Hini, sum lósu hart mikudag, lesa 10 minuttir í krabbabók til í dag. Minnist til at skriva í lesilistan.
Støddfrøði:
Vit gera kapitul 9 lidnan.Byrjað verður við kapitul 10: talveiða.Bókin er við heim...tó skal hon við aftur til fríggjamorgunin :-) 
Fríggjadagur
3. mai
Støddfrøði
Vit rokna øll til og við síðu 69 og taka tølini ígjøgnum fríggjamorgunin.

Boð til flokkin:

Frá viku 18, t.v.s. 30/4 fara vit at hava eina verkætlan um Hans Andrias Djurhuus

 

Pápi mín

Pápi mín, hann strevar og hann stríðir

og er úti hvønn ein dag, 

og hann er so góður og so blíður,

mamma mín hon sigur tað: 

"Lítli mín,

pápi tín

tungt mangt sporið stígur. 

Hann skal læra sonin sín

streym og velting, lítli mín."

 

Pápi mín, hann eigur bát í neysti, 

mastur, segl og árar við,

og vit dyrgja oftani um heystið, 

og eg veit eitt skrubbumið.

Pápi mín, 

pápin mín 

upp um ups seg lesti.

"Lít tú trygt á pápa tín,"

sigur altíð pápi.

 

Mamma mín, hon seymar og hon bindur,

kókar mær og pápa mat, 

vaskar gólv, eg dálki jú eitt sindur, 

tó hon sigur altíð, at 

einki ger, 

vátur er

ofta raskur drongur.

Sjálvt um hann at vaða fer, 

kortini hann góður er.

 

Pápi mín og mamma eru bæði

ógvuliga góð við meg,

tá eg verði stórur, hús og klæði

teimum báðum gevi eg,

so at tey  

bæði tvey

skulu vera fegin. 

Ei tey skulu líða neyð,

eg skal keypa kjøt og breyð.