TT

Vika 18 - 2024

Mánadagur
29. apríl
Føroyskt
Lesið í 10 minuttir og skrivið í bókamerkið.

Vit arbeiða í "Lær teg at stava" í skúlanum í dag. 
Tøma tasku
Næmingarnir hava ruddað sær hillarnar, áðrenn tey fóru í langt vikuskiftið. Vinarliga tømið taskurnar fyri tekningum o.ø., áðrenn tey koma í skúla aftur mánadagin.
Støddfrøði:
Bókin verður liðug og vit venja saman tabellirnar 2 & 3.Nýggj bók kemur í hesi vikuni og til tá eru ymiskar endurtøkur, avritsuppgávur og tabellir (alt slíkt tey kenna).
Týsdagur
30. apríl
Føroyskt
Lær teg at stava: Venjið søgu 4 væl, vit fara at skriva fyrisøgn.
Støddfrøði:
Halda fram við tabellum og avritsuppgávum (kent tilfar).
Ítróttur:
Svimjing
Mikudagur
1. mai
Støddfrøði:
Um nýggja bókin er komin, so verður byrjað í henni. Annars halda vit áfram við tí vit arbeiddu við í undanfarnu tímunum (kent tilfar).
Hósdagur
2. mai
Føroyskt
Lesið í 10 minuttir og skrivið í bókamerkið. 

NB Tey, ið ikki høvdu "Lær teg at stava" við týsdagin, skulu hava hana við í skúla í dag. Hon skal við aftur í skúla hvønn týsdag. 
Fríggjadagur
3. mai
Føroyskt
Lesið í 10 minuttir og skrivið í bókamerkið.

Boð til flokkin