TT

Vika 20 - 2024

Mánadagur
13. mai
Heimaarbeiði
Venjið 2., 3. og 5. vers í Guð, ger meg til eitt lítið ljós til í dag. Sálmin finna tit her:
https://skeyk.fo/salmabok/706/gud-ger-meg-til-eitt-litid-ljos-522 
Várkonsert
Í kvøld 13/5 kl. 19.00 verður ein várkonsert í Vágs kirkju. Ljómur og børnini í Vágs skúla luttaka. Vit hava vant saman við øllum børnunum í innskúlingini í nakrar vikur, so tey duga øll sangirnar, og hevði tað verið fantastiskt um øll tey, sum yvirhøvur kunnu, møta upp til hetta tiltakið í kirkjuni. Hetta plagar at vera ein so hugnalig løta. Aftaná bjóðar kirkjan , sunkist, kaffi og okkurt lekkurt til børnini.  Vit møta kl. 18.00 at venja tað síðsta saman við Ljómi. Vit syngja tveir sangir saman við teimum. Teir eru “Guð, ger meg til eitt lítið ljós” og “Summardáar” Og so syngja vit tríggjar sjálvi. Teir eru “Vinir”, “Buldribassin”, “Eg fái mær eitt krit”. Børnini syngja í fyrru helvt av løtuni.
Støddfrøði:
Rætta seinastu síðuna av kap. 11 (onkur hevur bókina heim við, sum ikki hevði gjørt heimaarbeiði í seinastu viku).Vit byrja upp á kap. 12. Geometri og gera s. 81-86. (tó kann Fit First kanningin ávirka hvussu langt vit koma).
Fit first kanningar
Helgi og Bára koma at gera kanningar av børnunum, tí er tað gott um tey eru í ítróttarklæðum, hava innanduraskógvar við og dunk.
Týsdagur
14. mai
Fit first kanningar
Helgi og Bára koma at gera kanningar av børnunum, tí er tað gott um tey eru í ítróttarklæðum, hava innanduraskógvar við og dunk.Tískil er vanliga ítróttarundirvísingin avlýst í dag.
Ítróttur:
Vit hava ítrótt í skúlanum, har vit samantvinna Fit First kanningarnar og spæl.
Mikudagur
15. mai
Heimaarbeiði
Lesa 10 min í krabbabók.
Minnist til at skriva í lesilistan
Støddfrøði.
Byrja við at rætta frá 81-86. Eftir hetta byrja vit upp á kapitulin um brot og gera s. 88-92 (til og við).
Fit first kanningar
Helgi og Bára koma at gera kanningar av børnunum, tí er tað gott um tey eru í ítróttarklæðum, hava innanduraskógvar við og dunk.
Felags foreldrafundur fyri alla oynna
verður í Salt í kvøld kl. 20.00. 
Sí heimasíðu skúlans
Hósdagur
16. mai
Heimaarbeiði
Les í 10 minuttir í krabbabók til í dag.
Minnist til at skriva í krabbabók

Tey, sum ikki hava gjørt síðu 72 í arbeiðsbók 2, gera hana lidna, umframt s. 14-15 í Finku
Color Run
Í dag fara vit til Color Run vesturi við Parkina eftir 3. tíma.
Um tit eru í hvítum, síggjast litirnir sum verða kastaðir best.
Møta tó kl. 8 og frí 12.35 sum vant
Støddfrøði:
Restina av vikuni er órógv í tímatalvuni, men vit royna at gera s. 93-99 og um tey hug, so taka tey bókina heim og gera rest.
Fríggjadagur
17. mai
Møta kl. 10
Næmingarnir møta kl 10 til fótbóltsdyst millum 10. og lærarar. Aftaná dystin verður vatnkríggj fyri teir eldru næmingarnir.
1. og 2. Flokkur fara at hava okkurt saman.
Frí kl. 11.30 sum vanligt.
Ikki er neyðugt at hava skúlatasku við í dag.

Boð til flokkin:

Mánakvøldið 13/5 kl. 19.00 verður ein várkonsert í Vágs kirkju. Ljómur og børnini í Vágs skúla luttaka. Vit hava vant saman við øllum børnunum í innskúlingini í nakrar vikur, so tey duga øll sangirnar, og hevði tað verið fantastiskt um øll tey, sum yvirhøvur kunnu, møta upp til hetta tiltakið í kirkjuni. Hetta plagar at vera ein so hugnalig løta. Aftaná bjóðar kirkjan , sunkist, kaffi og okkurt lekkurt til børnini.  Vit møta kl. 18.00 at venja tað síðsta saman við Ljómi.

Vit syngja tveir sangir saman við teimum. Teir eru “Guð, ger meg til eitt lítið ljós” og “Summardáar”

Og so syngja vit tríggjar sjálvi. Teir eru “Vinir”, “Buldribassin”, “Eg fái mær eitt krit”.

Børnini syngja í fyrru helvt av løtuni.

 

 

 

 

 

 

Frá viku 18, t.v.s. 30/4 fara vit at hava eina verkætlan um Hans Andrias Djurhuus

 

Pápi mín

Pápi mín, hann strevar og hann stríðir

og er úti hvønn ein dag, 

og hann er so góður og so blíður,

mamma mín hon sigur tað: 

"Lítli mín,

pápi tín

tungt mangt sporið stígur. 

Hann skal læra sonin sín

streym og velting, lítli mín."

 

Pápi mín, hann eigur bát í neysti, 

mastur, segl og árar við,

og vit dyrgja oftani um heystið, 

og eg veit eitt skrubbumið.

Pápi mín, 

pápin mín 

upp um ups seg lesti.

"Lít tú trygt á pápa tín,"

sigur altíð pápi.

 

Mamma mín, hon seymar og hon bindur,

kókar mær og pápa mat, 

vaskar gólv, eg dálki jú eitt sindur, 

tó hon sigur altíð, at 

einki ger, 

vátur er

ofta raskur drongur.

Sjálvt um hann at vaða fer, 

kortini hann góður er.

 

Pápi mín og mamma eru bæði

ógvuliga góð við meg,

tá eg verði stórur, hús og klæði

teimum báðum gevi eg,

so at tey  

bæði tvey

skulu vera fegin. 

Ei tey skulu líða neyð,

eg skal keypa kjøt og breyð.