Flyting
Tá ið flutt verður til Vágs ella í annan bústað í Vági, skal boðast frá hesum hjá Vágs Kommunu. Kommunan umsitir fólkayvirlitið hjá Umhvørvisstovuni. Verður flutt úr útlondum til Vágs, skal flytingarskjal útfyllast í Miðlatúni á Vágsvegi 57..
Verður flutt úr Vági til Norðurland, skal boðast frá hesum hjá kommununi, sum viðkomandi flytur til, sum síðani boðar Vágs kommunu frá.
Verður flutt í annað land enn Norðurland, skal hetta bæði boðast frá hjá tilflytingarkommununi og Vágs Kommunu.
Oyðubløð
Umsóknarbløð í samband við flyting finnur tú niðanfyri: