Privatlívspolitikkur
Dátuverndarkunning
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Vágs Skúla at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini.
Nær viðgerð Vágs Skúli upplýsingar um teg?
Vágs Skúli viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemi skúlans, undir hesum serliga samskiftisupplýsingar, uppmøting, støðumet og ársmet.
Viðgerðin av persónupplýsingum fevnir í høvuðsheitum um skráseting og goyming. Í flestu førum viðger skúlin samskiftisupplýsingar so sum navn og teldupost. Í serstøkum føri viðger skúlin viðkvæmar upplýsingar.
Vágs Skúli savnar inn upplýsingar, tá ið:
· tú verður innskrivað/ur í skúlan
· tú hevur vent tær til skúlan við eini klagu ella fyrispurningi persónliga ella umvegis telefon ella teldupost.
Endamál við viðgerðini av persónupplýsingum
Vágs Skúli viðger persónsupplýsingar fyri at kunna útinna tær myndugleikauppgávur, sum fólkaskúlalógin og onnur viðkomandi lóggáva áleggur stovninum.
Fyrisitingarrætturin er galdandi fyri allar almennar skúlar, og Vágs Skúli skal eisini fylgja hesum reglum. Vágs Skúli skrásetir allar upplýsingar, sum koma inn og hava týdning fyri eitt mál.
Heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum
Heimildin til at viðgerða persónsupplýsingar er í høvuðsheitum:
· Dátuverndarlógin § 8, stk.1, nr. 3, fyri at halda rættlarligar skyldur.
· Dátuverndarlógin § 8, stk.1, nr. 5 fyri at útinna myndugleikauppgávur
· Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 2, tá talan er um viðkvæmar upplýsingar.
· Dátuverndarlógin § 16, stk.1, um persónstøl verða viðgjørd.
Víðarigeving
Vágs Skúli gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari, sum skúlin hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.
Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini at senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.
Í útgangsstøðinum flytir Vágs Skúli ikki persónupplýsingar til útlond ella triðjalond.
Striking av persónupplýsingum
Mál hjá Vágs Skúla verða flutt á goymslu til Tjóðskjalasavnið sambært løgtingslóg um skjalasøvn.
Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur skúlin ikki longur atgongd til upplýsingarnar.
Tó er ásett í lógarverkinum, at ávísir upplýsingar skulu goymast longur, eitt nú skulu prógv og skjalváttanir hjá næmingum umframt próvtøl og støðu- og ársmet í 30 ár.
Rættindi hjá skrásetta
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi rættindi eru í kap. 4 í dátuverndarlógini.
Rættindini hjá skrásetta í dátuverndarlógini eru hesi:
· Rætturin til kunning í §§ 23-25
· Rætturin til innlit í § 26
· Rætturin til rætting í § 27
· Rætturin til striking í § 28
· Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29
· Rætturin til dátuflutning í § 31
· Rætturin til mótmæli í § 32-34
· Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð
Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú vilt gera ein ella fleiri av rættinum galdandi, skalt tú venda tær til Vágs Skúla á john.henrik.holm@skulin.fo ella á telefon 239 330.
Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 13.00.
Klaga til Dátueftirlitið
Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum, sum viðvíkur honum.
Metir tú, at Stovnurin ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 13.00.
Samskiftisupplýsingar
Vágs Skúli er dátuábyrgdari fyri viðgerð, sum fer fram á skúlanum.
Vágs Skúli
Vágsvegur 32
900 Vágur
Teldupostur: vag@skulin.fo]
Telefon: 373 668
[Skrivstovan er opin gerandisdagar kl. 9.00 til kl. 13.00]
Dátuverndarfólk
Katrin Jacobsen er dátuverndarfólk á Vágs Skúla
Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónupplýsingum hjá Vágs Skúla, kanst tú venda tær til Katrin á teldupostadressu katrinj@bumr.fo. Heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”. Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til Barna- og útbúgvingarmálaráðið, J.H.Schrøtersgøta 7, Postrúm 3279, FO-110 Tórshavn, att. dátuverndarfólk.