Teldur til næmingar í Vágs skúla
Vegleiðing og reglur
Teldan er eitt persónligt amboð, so næmingarnir skulu ikki lána telduna út til onnur at brúka. Teldan er til skúlabrúks og kann, um depositum er goldið, takast heim við.
Soleiðis verja vit telduna sum best:
- Teldan skal nýtast og goymast ábyrgdarfult og við umhugsni - bæði í skúlanum og heima
- Teldan skal liggja á einum tryggum staði, tá hon ikki er í nýtslu - eisini í fríkorterinum
- Tá teldan verður flutt, t.d. millum heim og skúla ella í skúlanum, eigur tað at verða gjørt við skili, soleiðis at óneyðugur skaði ikki stendst av
- Matur, drekka og teldur hoyra ikki saman, tí verður teldan goymd burtur áðrenn vit seta okkum at eta og drekka - eisini heima
- Tað er strangliga bannað at renna við telduni
- Møguligar umvælingar verða gjørdar umvegis skúlan
- Er okkurt galið við telduni, er skaði komin á telduna ella er teldan blivin burtur, verða tit biðin um at siga skúlanum frá skjótast gjørligt
- Teldan skal vera lødd tá næmingurin kemur í skúla
- Teldan skal nýtast eftir ávísing frá læraranum
- Um teldan ikki verður nýtt eftir ávísing, kann lærarin leggja hald á telduna
- Teldan skal nýtast inni í skúlanum, og má bert nýtast úti, um hetta er partur av undirvísingini
- Myndir og filmur, ið er tikin upp í skúlanum, mugu ikki gerast almenn ella deilast uttan samtykki
Teldurnar eru skúlaamboð, men kunnu, um eitt depositum á 500kr er goldið, takast heim við. Hetta verður afturgoldið tá ið næmingurin letur telduna inn aftur, um einki er hent telduni.
Depositum skal gjaldast Vágs kommunu á konto 9870 - 100.157.5. Vinarliga viðmerk navn á næmingi.
Skúlin avskrivar teldur skúlands yvir 4 ár. Um næmingurin ynskir tað, so kann næmingurin ogna sær telduna fyri 1kr eftir hesi 4 árini.
Um ynskt verður at keypa telduna út áðrenn 4 ár eru farin, eru prísirnir fylgjandi:
- 1. ára gomul telda kr. 1500
- 2. ára gomul telda kr. 1000
- 3. ára gomul telda kr. 500
Vit vilja undirstrika, at teldan er eitt arbeiðsamboð og er ábyrgdin hjá næmingi og foreldrum at fara væl um telduna.