Boð

Í morgin 6/5 skal 8. flokkur til skúlafótbólt. Vit møta vesturi á eiðinum kl 11:15 t.v.s eingin skúlagongd áðrenn. Veit ikki heilt, nær alt er liðugt, men tað verður einaferð seinnapartin. Umráðandi er, at næmingarnir hava etið eina góða máltíð, áðrenn tey koma. Frukt og vatn verður at fáa ókeypis, meðan kappingin er. 


Øll tey, ið eiga ella kunnu lána skinnarar, taka teir við, tí tað er krav at spæla í skinnarum. So vænti eg, at vit kunnu lána ímillum til tey, ið ongar hava. Tað hevði verið gott um næmingarnir, í tann mun tað er gjørligt, kundu verið í svørtum ella myrkum troyggjum, men tað er onki krav. 
Nøkur eru, ið ikki hava hug at spæla fótbólt, tað er eisini í ordan, men tað er umráðandi, at øll møta, liðini hava eisini brúk fyri onkrum, at heppa á tey. 

Liðini: 
Av tí, at ov nógvir dreingir vóru til eitt lið, hava vit trekt lut um dreingjaliðið, soleiðis at 10 dreingir eru á dreingjaliðnum og restin á blandaða liðnum. 
 
Dreingjaliðið (Mars): Ari, Bjarti, Daniel, Súni, Tóti, Andreas, Ásmund, Heini, Rógvi og Jákup Eirik 
Gentuliðið (Venus): Elsebeth, Eydna, Marta, Agatha, Angela, Ásgerð, Gurli, Ida, Noomi og Sofía 
Blandaða liðið (Saturn): Rói, Rasmus, Ísak, Brian, Ásgerð, Angela, Agatha og ? 

Eingir lutir