Reglugerð fyri næmingar í Vágs Skúla:
Umframt skyldu at vera íðin, lýðin, høviskur og skikka sær væl, eiga næmingarnir at halda hesar reglar:
- Á veg í og úr skúla skulu næmingarnir koma og fara hampuliga og halda ferðslureglurnar
- Næmingarnir skulu møta rættstundis og hava við sær tey amboð, ið nýtast skulu í tímunum
- Tá ið ringir inn, heldur alt spæl uppat, og næmingarnir ganga stillisliga inn í skúlan
- Tá ið ringir út fara næmingarnir antin út á skúlalaðið ella vera inni í síni egnu stovu. Álagt verður næmingunum at ferðast friðarliga til og frá stovunum
- W.C.-ini mugu ikki nýtast til spæl. Tað eigur í øllum førum at farast reinliga fram og einki má skrivast á veggirnar í skúlanum
- Næmingar skulu ikki fara úr skúlagarðinum uttan loyvi
- Alt spæl skal vera so, at tað verður ongum at meini. Pappír, matleivdir og tílíkt skal koyrast í ruskíløtini
- Næmingarnir mugu ikki hava við sær í skúla lutir, ið eru hættisligir fyri teir sjálvar og onnur
- Næmingur kann fáa frí í mesta lagi 2 dagar við loyvi frá flokslæraranum. Fyri at fáa frí meira enn 2 dagar krevst loyvi frá skúlastjóranum/skúlaleiðsluni. Er næmingur ikki í skúla, skulu foreldur/verji senda skúlanum seðil um grundirnar
- Royking er ikki loyvd á skúlans øki
Verða reglurnar ikki hildnar, tekur leiðslan neyðug stig
Trivnaðarætlan fyri Vágs skúla
- Trivnaður fyri næmingin verður t.d. tryggjaður, um foreldur, lærarar og vaksin annars miðvíst arbeiða við at fyrireika næmingin til eitt fjølbroytt lív saman við øðrum, har næmingarnir bæði fáa og geva.
- Her er talan um likamligan og fakligan trivna, har matur, svøvnur, fyrireiking til skúladagin og samvera er avgerandi.
- Næmingaráð verður sett á stovn, har trupulleikar og ynski næminganna verða viðgjørd.
- Okur fáa ein góðan skúla - UM ØLL, heim og skúli gera sítt besta.
Hvat gera vit við happing?
Í sambandi við happing - hevur skúlin valt at gera eina mappu við 16 dømum/søgum, sum umrøða happingarstøður. Mappan tekur støðið í dagførdu trivnaðarætlanini og er í tráð við endurskoðaði fatanini av happing. Mappuna hava allir lærarar, námsfrøðingar og heilsusystir fingið.
Dømini/søgurnar eru úr bókini, sum ber heitið: Mobning í skolen, íð Poul Svendsen hevur greitt úr hondum. Vit hava valt heitið á hesari mappu : “HAPPING Í SKÚLANUM”.
Dømini eru leysliga týdd til føroyskt, har ein lítil søga er, síðani nakrir spurningar og ein mynd.
Næmingarnir arbeiða í bólkum og fáa hvør sítt blað við søgu og spurningum - og eitt blað við eini mynd. Bólkurin velur ein skrivara, sum førir til skjals, dagfesting, heitið, bólkur & flokkur. Lærarin lesur síðani søguna og spurningarnar upp fyri flokkinum. At enda minnir hann teir á, at myndin er umráðandi at hava í huga, tá tey fara at kjakast.
Bólkarnir fara so til arbeiðis, næmingarnir kunnu/skulu skiftast um at svara, tá framløga verður. Næmingarnir skulu skiftast um at verða skrivarar - ikki sami hvørja ferð. Tá framløgurnar til hvørja søgu verða framlagdar, so verða svørini frá hvørjum bólki lagdar í eina mappu við blaðnum ovast, har dagfesting, heitið..... er. - Undir framløguni er lærarin orðstýrari.
Hetta arbeiðið kann eisini verða nýtt sum “rolluspæl”.
Tað er umráðandi at fáa næmingarnar at siga sína meining og kjakast sínámillum.
Tá allar søgurnar - 16 í tali - eru gjøgnumgingnar, fáa næmimgarnir hvør sítt spurnarblað, sum teir skulu lata læraranum við ongum navni. Orsøkin til tess er at fáa næmingarnar at svara so erliga sum møguligt. Úrslitið av spurnarbløðunum tekur lærarin sær av og leggur úrslitið fram fyri flokkin. Hann kann so spyrja um ymiskt, íð síðani verður kjakast um í flokkinum.
Søgurnar í hesari mappu eru dømir um, hvat hendir í skúlanum. Tað er ein sannroynd, at ein stórur partur av allari happing verður drigin inn í skúlan. Dømi um hetta kundi verði - um næmingar hava verið hjá skótunum og eru vorðnir ósamdir um okkurt og ikki hava fingið greiða á ósemjuni, áðrenn teir skiljast, so er mest sannlíkt, at hetta endar í skúlanum dagin eftir. Tí er eisini sera týdningarmikið, at hetta verður nevnt við foreldrini bæði á fundum og eisini í konkretum støðum. Um hetta eydnast at fáa foreldrini meiri virkin, so eigur hetta at hava við sær - minni happing í skúlanum.
Skúlin heitir á øll, íð fáast við HAPPING at lesa greinina - “Alt er ikki happing”, sum Tóra við Keldu lærarinna hevði í Dimmalætting s.25 - 27.mai 2013.
Umframt omanfyrinevnda skulu allir flokslærararnir hava næmingasamrøðu við næmingarnir á hvørjum ári. Skúlin hevur spurnarblað við heitinum “Samrøðublað til næmingasamrøður”. Hetta gevur okkum eina ábening um, hvussu trivnaðarstøðan er.
SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung. Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung.
Heiti SSP er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum. skúla, sosialu myndugleikar og politi.
Virkisøkið hjá SSP er børn undir 18 ár.
Tú kanst lesa meira um SSP her
Suðuroyar Barnaverndartænasta
Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir at børn og ung,sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferðog menning, kunnu fáa tað hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.
Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri at hjálpin verður sett í verk saman við famjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurinhjá familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.
- Tú kann venda tær til Barnaverndartænastuna um tú, barn títt ella familjan hava ringar umstøður og hava tørv á hjálp til at mýkja gerandisdagin
- Tú kann eisini seta teg í samband við Barnaverndartænastuna um tú veit um familju ella barn, ið tørvar hjálp
- Tú kann vera ónevndur um tú ynskir tað
Samband
Telefon 611090
Teldupostur barnavernd@tvoroyri.fo
Vakttelefonin eftir arbeiðstíð 283033
Suðuroyar Barnaverndartænasta er skipa sum eitt samstarv millum kommununar í oynni. Kommunustýrini velja hvør sítt umboð í barnaverdarnevndina og í samstarvsnevnd. Samstarvsnevndin skipar umsitingina. Kommununar halda rakstrarútreiðslurnar í mun til fólkatalið.
Nr. 68 9. juni 2010
Kunngerð um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini
Kapittul 1 Innleiðing
Kapittul 2 Umsjón
Kapittul 3 Umsjónarøkið
Kapittul 4 Umsjónarreglur
Kapittul 5 Atferðarreglur
Við heimild í § 60 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 28. apríl 2009, hevur landsstýrismaðurin fyrisett:
Kapittul 1
Innleiðing
§ 1. Við støði í meginreglum ásettum í hesi kunngerð ger skúlastýrið reglur um fyriskipanir til at fremja gott skil í skúlanum, um umsjón við næmingunum í tímum, fríkorterum, matarsteðgi o. ø. og um trivnaðarætlan skúlans, serliga viðvíkjandi happing.
Stk. 2. Reglurnar sbrt. stk. 1 skulu gerast soleiðis, at tær taka støði í viðurskiftunum á staðnum. Tær eiga at taka atlit at
1) aldri og førleika næminganna,
2) virksemi næminganna og
3) skúlaumhvørvi.
Stk. 3. Námsfrøðiliga ráðið skal hava uppskotið til reglurnar sbrt. stk. 1 til ummælis.
§ 2. Skúlaleiðslan hevur ábyrgd av at seta fyriskipanirnar í verk og skipa umsjónina millum starvsfólk skúlans.
Kapittul 2
Umsjón
§ 3. Skyldan hjá skúlanum at hava umsjón við næmingunum, tá ið næmingarnir eru á skúlans øki, byrjar 10 minuttir, áðrenn undirvísingin byrjar og heldur uppat 10 minuttir eftir seinasta tíma hjá næminginum.
Stk. 2. Um næmingar møta meira enn 10 minuttir áðrenn tíðina, ella mugu bíða í skúlanum aftan á vanliga skúlatíð orsakað av, at skipaði næmingaflutningurin ikki hevur beinleiðis samband við skúlatíðina, skal kommunustýrið gera serliga avtalu við skúlaleiðsluna um, hvussu umsjónin verður framd.
Kapittul 3
Umsjónarøkið
§ 4. Skúlin hevur skyldu til at hava umsjón við næmingunum, sum eru á skúlans øki.
Stk. 2. Vegurin millum heim og skúla er ikki íroknaður umsjónarøkið.
Stk. 3. Um undirvísing fer fram í hølum/økjum, sum eru burtur frá skúlanum, skal umsjón vera í hesum hølum/økjum og í sambandi við felags næmingaflutning millum skúlan og hesi høli/øki.
Stk. 4. Umsjón skal vera við næmingum, tá ið teir taka lut í skúlatiltøkum uttan fyri skúlans øki.
Stk. 5. Skúlaleiðarin kann í serligum førum gera undantak frá reglunum í §. 4, stk. 3 og 4.
Kapittul 4
Umsjónarreglur
§ 5. Tann einstaki lærarin hevur umsjón við næmingunum í tímunum.
Stk. 2. Tá ein flokkur fær undirvísing í fleiri bólkum, kann umsjónarskyldan verða framd við vegleiðing lærarans.
Stk. 3. Bara í undantaksføri eiga næmingar at fáa loyvi til at fara út um skúlans øki í skúlatíðini. Í hesum førum eiga teir at fáa vegleiðing frá læraranum, áðrenn teir fara av skúlans øki, sbr. tó § 7, stk. 1.
Stk. 4. Umsjónarskyldan hjá lærara forðar ikki fyri, at einstakir næmingar, sum órógva undirvísingina, verða útihýstir frá restini av einum tíma, men lærarin hevur framvegis ábyrgd av umsjónini við næmingunum.
Stk. 5. Ábyrgdin fyri umsjónini við næmingunum kann við avtalu flytast millum starvsfólk skúlans.
§ 6. Tá ið undirvíst verður í lærugreinum, har serligur vandi kann standast av umstøðunum, hevur skúlin skyldu til at vera serliga ansin. Hetta er galdandi, tá ið undirvíst verður í alis- og evnafrøði, náttúra og tøkni, træsmíð, heimkunnleika, fimleiki, ítrótti, svimjing o. ø.
§ 7. Skúlaleiðarin kann gera av, at næmingar í 8. - 10. flokki hava loyvi at fara út um skúlans øki í føstu frítímunum.
Stk. 2. Skúlaleiðarin kann gera av, at reglurnar sbrt. stk. 1 eisini eru galdandi í fríkorterum og frítímum, sum vanliga ikki eru í tímaætlanini.
Stk. 3. Skúlaleiðarin kann í serligum førum nokta næmingum at fara út um skúlans øki í undirvísingartíðini.
§ 8. Tá ið skúlin skipar fyri tiltøkum uttan fyri skúlans øki, hava lærarar skyldu til at hava umsjón við næmingunum. Umsjón skal vera við næmingum, sum fara útferðir, vitja virki, eru í setursskúla, eru á ítróttarferðum o.a.t.
§ 9. Tá ið næmingar eru í starvsvenjing, hevur skúlin ikki umsjónarskyldu.
Stk. 2. Um skúlin veit um viðurskifti, sum kunnu skaða næmingin á arbeiðsplássinum, hevur leiðsla skúlans skyldu til at gera vart við viðurskiftini hjá rætta viðkomandi.
Stk. 3. Leiðsla skúlans skal kanna eftir, um kommunan hevur tryggjað næmingarnar, eisini í starvsvenjingartíðini.
§ 10. Lærarar, sum eru varugir við viðurskifti á skúlans øki, sum kunnu verða vandafull fyri næmingar, skulu beinanvegin siga skúlaleiðaranum frá hesum.
Kapittul 5
Atferðarreglur
§ 11. Hesar reglur áseta karmarnar fyri, hvussu langt kann verða farið í royndunum at fáa næmingin at halda fyriskipanir skúlans.
Stk. 2. Skúlastýrið skal við grundarlagi í hesum meginreglum áseta reglur fyri atferð og góðum skili og reglur um, hvussu skúlin kann fyribyrgja happing.
Stk. 3. Skúlaleiðarin tekur í hvørjum einstøkum føri eftir samráð við lærarar næmingsins og foreldrini avgerð um at seta tiltøk í verk.
§ 12. Foreldur, næmingar og lærarar eiga at samstarva í royndunum at skapa góð viðurskifti í skúlanum.
Stk. 2. Um næmingur ikki heldur reglurnar, eiga lærarar at tosa við næmingin og foreldrini fyri at fáa fatan av, hvør orsøkin er til trupulleikarnar. Skúlin eigur altíð at samstarva við heimið, tá ið næmingar ikki halda reglurnar.
§ 13. Næmingur kann verða fluttur úr sínum flokki í annan flokk einstakar tímar ella restina av skúladegnum, um so er, at lærarin í samráð við skúlaleiðaran heldur, at hetta er neyðugt, fyri at undirvísingin kann fara fram í friði og náðum.
§ 14. Um so er, at næmingur hóast samrøður, átalur og ávaringar ikki heldur fyriskipanir skúlans, kunnu hesi tiltøk verða sett í verk:
1) Taka samrøðu við foreldrini so tíðliga sum gjørligt í 1. og 2. flokki, tá ið næmingur sýnir óhøviskan atburð.
2) Næmingur í 3. - 10. flokki verður frítikin fyri undirvísing í upp til eina viku.
3) Næmingur í 3. - 10. flokki verður fluttur í ein samsvarandi flokk í sama skúla.
4) Næmingur í 3. - 10. flokki verður fluttur í ein samsvarandi flokk í øðrum skúla í kommununi ella eftir avtalu við kommunustýrið í aðrari kommunu.
5) Næmingur í 10. flokki verður útskrivaður úr skúlanum.
§ 15. Um næmingur ikki kann fylgja undirvísingini, sbrt. § 14, nr. 2 og 3, skulu foreldrini hava boð frammanundan. Næmingur kann bert í serligum føri verða frítikin fyri undirvísing meira enn tvær ferðir í einum skúlaári.
Stk. 2. Um næmingur varandi verður fluttur í ein samsvarandi flokk í sama skúla sbrt. § 14, nr. 3, skulu foreldrini skrivliga hava havt høvi til at siga sína hugsan um flytingina.
Stk. 3. Um næmingur verður fluttur í annan skúla, sbrt. § 14, nr. 4, skulu foreldrini og skúlaleiðarin í tí skúlanum, sum tekur ímóti næminginum, góðtaka flytingina.
Stk. 4. Fæst ikki samtykki frá foreldrunum, kunnu skúlaleiðararnir, eftir at hava kunnað skúlastýrini í báðum skúlunum, taka avgerð um flytingina smbr. § 14, nr.4.
§ 16. Skúlaleiðarin tekur eftir tilráðing frá flokstoyminum avgerð um at útskriva næming í 10. flokki smbr. § 14, nr. 5. Næmingurin og foreldrini skulu frammanundan hava høvi at siga sína hugsan um útskrivingina.
Stk. 2. Skúlin skal áðrenn útskrivingina vegleiða næmingin og foreldrini í møguligum útbúgvingar- og starvsmøguleikum.
§ 17. Tað er ikki loyvt at nýta likamliga revsing.
Stk. 2. Tað er tó loyvt at forða næmingi í at nýta harðskap móti øðrum, ella forða herverki ella skaða á bygningar og lutir.
Stk. 3. Um atgerð hevur verið nýtt móti næmingi sbrt. stk. 2, kann lærari alt fyri eitt útihýsa næminginum frá undirvísingini, og skal lærarin boða skúlaleiðaranum frá tilburðinum.
Stk. 4. Skúlaleiðarin boðar beinanvegin foreldrunum frá tilburðinum
Stk. 5. Eftir at hava hoyrt foreldrini, tekur skúlaleiðarin avgerð um, hvørji tiltøk skulu verða sett í verk.
§ 18. Um skúlaleiðarin eftir samráð við lærarar metir, at atferðartrupulleikarnir hjá næmingi eru elvdir av fakligum, sosialum ella kensluligum orsøkum, skal skúlin venda sær til Sernámsdepilin/NSR-tænastuna ella/og teir almennu myndugleikarnar á staðnum fyri at fáa samstarv um, hvør hjálp kann verða veitt næminginum.
Stk. 2. Áðrenn skúlin vendir sær til almennar myndugleikar, skulu foreldrini verða hoyrd um ætlanir skúlans.
§ 19. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fara úr gildi rundskriv nr. 1 frá 12. januar 1994 um arbeiðsnáðir og gott skil í fólkaskúlanum og rundskriv nr. 1 frá 16. februar 1995 um umsjón við næmingum í skúlatíðini.
Mentamálaráðið, 9. juni 2010
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýrismaður
/ Leivur Harryson (sign.)