TT

Viðtøkur fyri næmingaráðið í Vágs skúla 
  
§1 Navnið á næmingaráðnum er "Næmingaráðið í Vágs skúla" 
  
§2 Endamál 
 
Stk. 1 
Næmingaráðið hevur til uppgávu at arbeiða fyri áhugamálum hjá næmingum í skúlanum innan hesi øki: 
Viðurskifti, ið hava við skúlagongdina at gera 
Fysisku karmarnir á skúlanum 
Sosial viðurskifti 
Skúla-gerandidagurin 
  
Stk. 2 
 
Næmingaráðið hevur ikki rætt við at viðgerða persónsmál um lærarar ella næmingar. 
  
§3 Skipan av næmingaráði 
 
Stk. 1 
Í næmingaráðnum eru eitt umboð og eitt eykaumboð úr hvørjum flokki frá 4.-9. flokk. 
   
Stk. 2 
Næmingaráðið skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara, og vanligum limum. 
  
Stk. 3 
Næmingaráðið kann seta smærri arbeiðsbólkar, at arbeiða við ítøkiligum málum og uppskotum, ið síðani kunnu leggjast fram fyri ráðið. 
  
Stk. 4 
Næmingaráðið skal minst eina ferð árliga, koma á skúlastýrisfund at geva eina frágreiðing um virksemi hjá næmingaráðnum. Næmingaráðið kann eisini leggja uppskot fram fyri skúlastýrið. 
  
Stk. 5 
Næmingaráðið er viðtøkuført, um minst 2/3 av limunum eru til staðar á fundinum. Eru valdu umboðini ikki í skúla, verða eyka umboðini innkallaði til fund (tey virka sum vanligir nevndarlimir). 
  
§4 Val 
 
Stk. 1 
Val til næmingaráðið er skjótast gjørligt eftir at nýtt skúlaár er byrjað. Tó skal valið verða hildið í seinasta lagi, tá ið heystfrítíðin byrjar. Nýggja næmingaráðið tekur við beinanvegin eftir valið. 
  
Stk. 2 
8. flokkur skúlans skipar fyri valinum til næmingaráðið saman við flokslærara og læraranum í samfelagsfrøði.  
 
Stk. 3 
Í samráð við flokslærara og næmingar verða 4 næmingar uppstillaðir fyri hvønn flokk/árg.  
 
 Stk. 4 
Tað skulu veljast 6 umboð í næmingaráðið. Tað SKAL vera eitt umboð úr hvørjum flokki í næmingaráðnum.  
  
§5 Fundir í næmingaráðnum 
 
Stk. 1 
Fundir skulu verða í næmingaráðnum minst fimm ferðir um árið. 
  
Stk. 2 
Næmingaráðið skrivar fundarfrágreiðing til hvønn fund. Fundarfrágreiðingin skal verða tøk til allar nevndarlimir í næmingaráðnum. 
  
Stk. 3 
Allir næmingar skúlans kunnu koma við uppskotum til dagsskránna hjá næmingaráðnum. Hesi skulu verða floksumboðnum í hendi áðrenn fundin. 
  
Stk. 4 
Formaðurin leiðir skúlastýrisfundirnar í samráð við læraraumboðini. Um formaðurin ikki er til staðar, leiðir næstformaðurin fundin. 
  
Stk. 5 
Fundarleiðarin hevur rætt til at burturvísa limir av fundi, um hesir sýna óhøviskan atburð. 
  
§6 Broytingar 
 
Broytingar í viðtøkunum skulu góðkennast av leiðsluni og av minst 2/3 av næmingaráðnum.