TT

Skúlavegleiðingin

Dania Johansen, skúlavegleiðari

dania.johansen@skulin.fo

fartlf. 224059

  

Miðnámsútbúgvingar


Næmingar úr Suðuroy, sum ynskja sær eina miðnámsútbúgving, kunnu søkja á Miðnám í Suðuroy, Glasir og á serligar breytir sum Tilfeingisbreytina í Vestmanna og Tøknibreytina á TSK í Klaksvík, av tí at hesar breytir ikki eru bjóðaðar út í Suðuroy ella í Havn.

Umsóknarfreist til allar miðnámsútbúgvingar er 15.mars.

Treytin fyri upptøku á Búskapar-, Fyrireikingar-(HF), Hug- og Náttúrubreytini er:

  • at tú hevur 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni (t.d. eftirskúla)
  • at tú hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði
  • at tú hevur lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í teimum lærugreinum, sum vórðu úttiknar

Næmingar, sum hava lokið omanfyri nevndu royndir við nóg góðum úrsliti, kunnu søkja um upptøku á omanfyrinevndu breytum.

Harumframt eru ávís breytarkrøv

Á hugbreytini: Umsøkjarin skal hava fingið undirvísing í minsta lagi 2 ár í týskum
Á náttúrubreytini: Umsøkjarin skal hava fingið undirvísing í minsta lagi 2 ár í alis- og evnafrøði
Á búskaparbreytini: Velur umsøkjarin ávíst framhaldsmál, skal hann hava fingið undirvísing í minsta lagi 2 ár í nevnda framhaldsmáli
Á tilfeingisbreytini: Umsøkjarin skal hava fingið undirvísing í minsta lagi 2 ár í alis- og evnafrøði
Á tøknibreytini: Umsøkjarin skal hava fingið undirvísing í minsta lagi 2 ár í alis- og evnafrøði

Hugbreyt

Á hugbreytini verður dentur lagdur á málslig og hugvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni so sum skapandi lærugreinir og náttúrulærugreinir.

Undirvísingin á hugbreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av gerandisdegnum. Á hugbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.

Felags- breytarlærugreinir

  • Enskt A
  • Føroyskt A
  • Søga A
  • Ítróttur og heilsa C
  • Religión C
  • Samfelagsfrøði C
  • Støddfrøði

Vallærugreinir

 

Næmingurin skal harafturat velja nakrar vallærugreinir. Tá hesar verða valdar eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samansetingin av lærugreinum í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.

Vallærugreinirnar eru:

  • Eitt byrjanarmál ella framhaldsmál (týskt, spanskt, franskt, russiskt o.tíl.) á A-stigi
  • Eitt annað byrjanarmál ella framhaldsmál (týskt, spanskt, franskt, russiskt o.tíl.) á B-stigi ella danskt á A-stigi
  • Tvær felagslærugreinir ella breytarlærugreinir, ið verða lyftar frá C til B
  • Ein onnur felagslærugrein ella breytarlærugrein, ið verður lyft frá C til B
  • Ein listalærugrein, tónleikur, myndalist ella miðlakunnleiki, á C-stigi

Við einum prógvi frá hugbreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær hugvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

Náttúrubreyt

Á náttúrubreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni so sum skapandi lærugreinir og mállærugreinir.

Undirvísingin á náttúrubreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeið er eisini partur av gerandisdegnum. Á náttúrurbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.

Felags- og breytarlærugreinir

  • Føroyskt A
  • Søga A
  • Alisfrøði B
  • Enskt B
  • Støddfrøði B
  • Evnafrøði C
  • Ítróttur og heilsa C
  • Landafrøði C
  • Religión C
  • Samfelagsfrøði C

Vallærugreinir

Á náttúrubreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinir. Tá hesar verða valdar eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samansetingin av lærugreinum í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.

  • Ein náttúrulærugrein (alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði) ella støddfrøði verður lyft frá B til A
  • Ein felagslærugrein ella breytarlærugrein verður lyft frá B til A
  • Evnafrøði ella lívfrøði verður lyft frá C til B
  • Ein felagslærugrein ella ein breytarlærugrein verður lyft frá C til B
  • Ein listalærugrein (tónleikur, myndlist ella miðlakunnleiki) á C-stig

Við einum prógvi frá náttúrubreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær náttúruvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

Búskaparbreyt

Búskaparbreytin er ein gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 3 ár. Har verður serligur dentur lagdur á búskaparlig- og samfelagslig evni innan roknskap, marknaðarførslu og samfelagsbúskap. Eisini verður dentur lagdur á mál og altjóða viðurskifti. Hava hesi evni tín áhuga, ella tú ætlar tær eina lestrar- ella yrkisleið innan hesi øki, er er Búskaparbreytin fyri teg.

Felags- og breytarlærugreinir

  • Enskt B
  • Føroyskt A
  • Altjóa búskapur B
  • Søga B
  • Sølubúskapur B
  • Virkisbúskapur B
  • Ítróttur og heilsa C
  • Samfelagsfrøði C
  • Støddfrøði C
  • Vinnulívsrættur C

Vallærugreinir

Á búskaparbreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinir. Tá hesar verða valdar eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini. Tú skal velja í minsta lagi trý A stig og eitt B-stig. Av A-stigunum skal minst eitt vera búskaparligt, tað vil siga antin virkis-, sølu- ella altjóða búskapur.

Framtíðarmøguleikar

Búskaparbreytin gevur tær møguleika at søkja um upptøku á øllum hægri lærustovnum. Tær lærugreinir og tey lærugreinastig tú velur kunnu ávirka tínar møguleikar at koma beinleiðis inn á einstakar útbúgvingar. Tí er umráðandi at kunna seg um hesi viðurskifti áðrenn man velur vallærugreinir og lærugreinastig.

Útbúgvingin hevur tvey greið mál. Í fyrsta lagi at fyrireika teg til hægri lestur á handilsháskúla ella universiteti. Í øðrum lagi fyrireikar búskaparbreytin teg eisini til at fara í læru, í peningastovni, grannskoðaravirki, tryggingarfelagi, skrivstovu, handli v.m.

Tilfeingisbreytin – lokal, grøn og global

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ein gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 3 ár. Útbúgvingin er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Nýggja tilfeingisbreytin er grundað á tey føroysku náttúruvirðini, sum gevur teimum ungu eina føroyska barlast, áðrenn tey fara at lesa víðari, antin tað veri seg í Føroyum ella í uttanlands.

Av útbúgvingum, sum næmingar við prógvi frá Miðnámi í Vestmanna eru farnir undir, kunnu nevnast: medicin, sjúkrarøktarfrøði, støddfrøði, námsfrøði og til djóralækna.

Tøknibreyt- HT (TSK í Klakksvík)

HT er ein 3 ára miðnámsútbúgving, hvørs endamál er at fyrireika teg til útbúgvingar á hægri stovni. Í mun til aðrar miðnámsútbúgvingar, kanst tú á HT royna tína bókligu vitan í verki – hendan framíhjárætt vilja vit leggja stóran dent á, soleiðis at hann seinni verður tær til fyrimunar.

Umframt vanliga floksundirvísing er undirvísingin í stóran mun skipað sum verkætlanir og fer fram á starvsstovum, royndarstovum og verkstøðum, har tú roynir skúlalærdómin í verki við kanningum, og møguleiki er at gera tøkniligar hentleikar.

Framtíðarmøguleikar

Møguleikarnir við einum gymnasialum tøkniprógvi eru nógvir. Útbúgvingin er serliga viðkomandi fyri næmingar, sum ætla at nema sær útbúgving innan verkfrøði, matvøruútbúgvingar, sjúkrarøktarfrøði, læknavísindi, miðlar o.a. Við próvnum ber til at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar.

 

Fyrireikingarbreyt

HF - 2 ára miðnámsútbúgving á Glasi https://www.glasir.fo/breytir/fyrireikingarbreyt/

 

Yrkisútbúgvingar - Glasir

https://www.glasir.fo/utbugvingar/?nam=10

Bilbreyt

Bilsmiðútbúgvingin er ein sera breið, spennandi og avbjóðandi útbúgving. Breið, tí alskyns tøkni er
samla í einum akfari. Tøkniliga verður tú væl ílatin og fer at kenna tøknina aftur, bæði á sjógvi og á
landi. Avbjóðandi, tí tú lærir nógva ymiska tøkni, og ikki minst, tí tøknin mennist alsamt.


Í útbúgvingini sum bilsmiður fert tú gjøgnum skúlagongd og verkliga læruvitan og førleikar innan eitt
nú eftirlit, viðlíkahald og umvæling av persón- og vørubilum undir 3.500 kilo.


Tú kanst byrja á bilbreytini við ella uttan lærupláss. Hevur tú ikki lærupláss, er seinasta freist at søkja
15. Mars. Far inn á talgilda umsóknarblaðið her: www.innskriving.fo.


Útbúgvingarlongd: 4 ár
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv

El-breyt

El-breytin er yrkisútbúgving innan el. Ein elektrikari arbeiðir við at leggja sterk- og veikstreym inn í
m.a. sethús, skrivstovur, virki, skúlar og umborð á skipum. Hetta fevnir millum annað um ljós,
motorar, elektroniskar stýringar til flutningsskipanir og framleiðslueindir.


Eisini fæst elektrikarin við fjarskiftis-, dátu- og antennuinnleggingar og at ráðgeva kundum í at velja
elektriskar loysnir og gera arbeiðið í samstarvi við onnur yrki á arbeiðsplássinum.


Møguleiki er at byrja á el-breytini við ella uttan lærupláss. Lærutíðini verður skift ímillum verkliga
læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Hevur tú ikki lærupláss, er seinasta freist
at søkja 15. Mars. Far inn á talgilda umsóknarblaðið her: www.innskriving.fo.


Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Útbúgvingarlongd: 4 ár.
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv

Hárbreyt

Hárfríðkarar fáast sjálvandi mest við hárviðgerð, men læra eisini alt um vakurleikarøkt, og hvat tað
inniber at reka eitt virki, so sum búskap, kundarøkt, sálarfrøði og mangt annað. Arbeiðið er
fjølbroytt, tí mótin skiftir sera ofta. Hárfríðkarar starvast mest á hárstovum.


Framtíðarmøguleikar: umframt hárafríðkanaryrkið hevur tú møguleika at útbúgva teg víðari sum
stylistur, kosmetikari, kosmetologur, make-up artistur, manikuristur.


Møguleiki er at byrja á hárbreytini við ella uttan lærupláss.


Hevur tú ikki lærupláss, er seinasta freist at søkja 15. mars á innskriving.fo.

Klædnaatstøði

Klædnaatstøði er ein 2 ára grundútbúgving, har tú av sonnum fært høvi at royna tíni skapandi evnir
innan mótaverðina. Útbúgvingin er spennandi og kreativ, og tú fært hollan kunnleika innan
klædnaframleiðslu.


Arbeitt verður við sniðgeving, seyming, konstruktión og mótasøgu.


Útbúgvingin verður boðin fram á Tekniska Skúla í Tórshavn. Sum útbúgvin klædnaatstøðingur hevur
tú møguleika at lesa víðari til sniðgeva, klædnahandverkara, ella tú kanst velja at arbeiða á
seymistovu ella gerast sjálvstøðugur vinnurekandi

Skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting

Útbúgvingin, ið tekur 4 ár, tá tú hevur 9./10. floksprógv, er skipað í verkliga læru á góðkendum
arbeiðsplássi og skúlagongd.


Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.


Skúlagongdin er skipað í eitt grundskeið og eitt høvuðsskeið. Skúlagongdin verður løgd til rættis í
samstarvið við útbúgvingarstaðið.


Grundskeiðið svarar til FHS og vanliga taka lærlingar tvær til tríggjar lærugreinar hvørt skúlaár.
Høvuðsskeiðið fevnir um hesar lærugreinarnar:

  • Fyriskipan og leiðsla
  • Menning og framtíðin
  • Mítt arbeiðspláss
  • Søla og marknaðarførsla
  • Háttalæra og yrkisroynd
Smiðju- og maskinbreyt

Smiðju- og maskinbreytin umfatar yrkir so sum sveising, báta- og skipsmotorar, dreying, fresing,
vatn- og hitaskipanir til sethús, hydrauliskar stýringar.


Sergreinirnar eru: maskinsmiður, fínstálsmiður, rustfastur fínstálsmiður, rørsmiður, rør- og
blikksmiður og sveisari. (Meiri vitan um ymisku greinirnar her: Smiðju- og maskinbreyt - Glasir


Møguleiki er at byrja á smiðju- og maskinbreytini við ella uttan lærupláss. Hevur tú ikki lærupláss, er
seinasta freist at søkja 15. Mars. Far inn á talgilda umsóknarblaðið her: www.innskriving.fo.


Útbúgvingarlongd: 4 ár (sveisari 2½ ár)
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv

Tilvirkisatstøði

Ein útbúgving, sum fevnir um øll liðini í framleiðsluni at virka ull, skinn og fiskaskræðu og samstundis
leggur dent á handverkið sum listhandverk. Endamálið er at menna eina nýggja framleiðsluvinnu
innan okkara tilfeingið


Útbúgvingin er ein 2 ára serføroysk útbúgving, sum tekur støði í tí veruleika, sum vit liva í. Ein útbúgving, sum
kann birta upp undir skapandi hugin hjá fólki, so tey fáa eina grundvitan um sjálvt handverkið.


Sum útbúgvin tilvirkisatstøðingur hevur tú møguleika at lesa víðari, eitt nú á framhaldandi skúlum í Íslandi.
Tilvirkisútbúgvingin verður boðin fram á Tekniska Skúla í Tórshavn.

Timbur

Á timburbreytini lærir tú um sethúsabygging og eisini at byggja virkisbygningar og onnur
byggiarbeiði. Arbeiðið fevnir um m.a. forskalling, gólv, útveggir og takverk. Eisini arbeiðir
húsasmiðurin við at bjálva, klæða, seta vindeygu og hurðar í.


Tú kanst byrja á timburbreytini við ella uttan lærupláss. Hevur tú ikki lærupláss, er seinasta freist at
søkja 15. Mars. Far inn á talgilda umsóknarblaðið her: www.innskriving.fo.


Útbúgvingarlongd: 4 ár
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv

Útbúgving innan heilsølu og smásølu

Útbúgvingin tekur 4 ár, tá tú hevur 9./10. floksprógv.


Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.


Skúlagongdin er skipað í eitt grundskeið og eitt høvuðsskeið. Skúlagongdin verður løgd til rættis í
samstarvið við útbúgvingarstaðið.


Grundskeiðið svarar til FHS og vanliga taka lærlingar tvær til tríggjar lærugreinar hvørt skúlaár.
Høvuðsskeiðið fevnir um hesar lærugreinarnar:

  • Handil og amboð
  • Handilsrakstur
  • Handilsbúskapur
  • Átøk og visuel marknaðarførsla
  • Háttalæra og yrkisroynd

Heilsuskúli Føroya

https://www.heilsuskulin.fo/

Heilsuhjálparaútbúgving (HHJ)

Á HHJ lærir tú um røkt, umsorgan og stuðul til dagligt virksemi við støði í lívssøgu borgarans.

Eftir lokna útbúgving kanst tú starvast í heimatænastuni, á ellis- og røktarheimum og í eldrasambýlum runt landið.

Upptøkukrøv: 9.+1 ára arbeiðsroynd ella 10. Útbúgvingin tekur 15 mánaðir.

Heilsuhjálparaútbúgvingin gevur atgongd til heilsurøktaraútbúgvingina.

Heilsurøktari

Tú lærir um likamliga og sálarliga sjúkrarøkt, umsorgan við endurmenning, heilsufremjan og sjúkufyribyrging sum endamál. Tú arbeiðir á sjúkrahúsi, ellisheimi, sambýli ella á øðrum heilsufakligum øki.

Heilsurøktaraútbúgvingin tekur 22 mánaðar tilsamans. Tú ert trý tíðarskeið í skúla og trý tíðarskeið í starvsvenjing kring landið. Starvsvenjingarplássini eru innan eldraøkið, á sjúkrahúsi og í psykiatri.

Almennar lærugreinar

  • Enskt B
  • Føroyskt A
  • Náttúrulæra C

Yrkislærugreinar

  • Møtið við borgaran/sjúklingin
  • Endurmenning
  • Borgara- sjúklingagongdin
  • Dygd og menning
  • Sálarlig sjúka og sjúkrarøkt
  • Likamlig sjúka og sjúkrarøkt
  • Heilivágslæra

Upptøkukrøv: Heilsuhjálparaútbúgving ella onnur líknandi útbúgving ella miðnámsprógv. Harafturat skalt tú hava tríggja mánaða arbeiðsroyndir við viðkomandi arbeiði.

Námsfrøðihjálpari

Lær at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. Arbeið innan dagstovna-, skúla- og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.

Bygnaður av útbúgvingini skiftur ímillum skúlagongd og starvsvenjing kring landið.

Gevur víðari atgongd til miðallangar útbúgvingar.

Upptøkutreyt: 9. flokkur + eitt ára skúlagongd/arbeiðsroyndir av onkrum slag ella 10. flokkur.

Útbúgvingin varir 24 mánaðir. Freist 15. mars. Byrjar í august hvørt ár.

Vinnuháskúlin

https://vh.fo

Útbúgvingar á vinnuháskúlanum uttan miðnámsprógv

SKIPARI:

  • Navnabræv
  • Fólkaskúlaprógv, 9. el. 10. fl.
  • Bláubók
  • Siglingarbók

SKIPSFØRARI:

  • Navnabræv
  • Skiparaprógv
  • Bláubók

MASKINISTUR:

  • Navnabræv
  • Fólkaskúlaprógv 9. ella 10. fl.
  • Sveinabræv ella Yrkisnám 4*

MASKINMEISTARI:

  • Navnabræv
  • Fólkaskúlaprógv, 9. ella 10. fl.
  • Sveinabræv ella Yrkisnám 4*

Umsóknarfreistin er 15. juni til byrjan í august og 15. jan. til byrjan í januar.


Upptikið verður eftir raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn treytað av, at umsøkjarar lúka
upptøkukrøvini.


Umsóknarblað kann heintast her: Vinnuháskulin » Umsóknarblað (vh.fo)


*Við ongum lærusáttmála. Um lesandi hevur Yrkisnám 4 prógv, skal hann tó hava 9 mðr. starvsvenjing

Boð til skúlavegleiðaran