Føroyar móti krabba

Føroyar móti krabba

Vágs skúli er við í innsavningini “Føroyar móti krabba”. Børn úr 1.,2. og 3. flokki og børn úr Lonini hava gingið runt í bygdini og sungið, og savnað pengar inn. Tey hava millum annað verið á Hamragarði og á Eldra sambýlinum, har tey gomlu kundu frøast um fittan barnasang.

Hetta hevur verið stuttligt, gevandi og sera hugnaligt.