TT

Skúlavegleiðingin

Dania Johansen, skúlavegleiðari

dania.johansen@skulin.fo

fartlf. 224059

Miðnámsútbúgvingar


Næmingar úr Suðuroy, sum ynskja sær eina miðnámsútbúgving, kunnu søkja á Miðnám í Suðuroy, Glasir og á serligar breytir sum Tilfeingisbreytina í Vestmanna og Tøknibreytina á TSK í Klaksvík, av tí at hesar breytir ikki eru bjóðaðar út í Suðuroy ella í Havn.

Umsóknarfreist til allar miðnámsútbúgvingar er 15.mars.

Treytin fyri upptøku á Búskapar-, Fyrireikingar-(HF), Hug- og Náttúrubreytini er:

  • at tú hevur 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni (t.d. eftirskúla)
  • at tú hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði
  • at tú hevur lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í teimum lærugreinum, sum vórðu úttiknar

Næmingar, sum hava lokið omanfyri nevndu royndir við nóg góðum úrsliti, kunnu søkja um upptøku á omanfyrinevndu breytum.

Harumframt eru ávís breytarkrøv

Á hugbreytini: Umsøkjarin skal hava fingið undirvísing í minsta lagi 2 ár í týskum
Á náttúrubreytini: Umsøkjarin skal hava fingið undirvísing í minsta lagi 2 ár í alis- og evnafrøði
Á búskaparbreytini: Velur umsøkjarin ávíst framhaldsmál, skal hann hava fingið undirvísing í minsta lagi 2 ár í nevnda framhaldsmáli
Á tilfeingisbreytini: Umsøkjarin skal hava fingið undirvísing í minsta lagi 2 ár í alis- og evnafrøði
Á tøknibreytini: Umsøkjarin skal hava fingið undirvísing í minsta lagi 2 ár í alis- og evnafrøði

Hugbreyt

Á hugbreytini verður dentur lagdur á málslig og hugvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni so sum skapandi lærugreinir og náttúrulærugreinir.

Undirvísingin á hugbreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av gerandisdegnum. Á hugbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.

Felags- breytarlærugreinir

  • Enskt A
  • Føroyskt A
  • Søga A
  • Ítróttur og heilsa C
  • Religión C
  • Samfelagsfrøði C
  • Støddfrøði

Vallærugreinir

 

Næmingurin skal harafturat velja nakrar vallærugreinir. Tá hesar verða valdar eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samansetingin av lærugreinum í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.

Vallærugreinirnar eru:

  • Eitt byrjanarmál ella framhaldsmál (týskt, spanskt, franskt, russiskt o.tíl.) á A-stigi
  • Eitt annað byrjanarmál ella framhaldsmál (týskt, spanskt, franskt, russiskt o.tíl.) á B-stigi ella danskt á A-stigi
  • Tvær felagslærugreinir ella breytarlærugreinir, ið verða lyftar frá C til B
  • Ein onnur felagslærugrein ella breytarlærugrein, ið verður lyft frá C til B
  • Ein listalærugrein, tónleikur, myndalist ella miðlakunnleiki, á C-stigi

Við einum prógvi frá hugbreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær hugvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

Náttúrubreyt

Á náttúrubreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni so sum skapandi lærugreinir og mállærugreinir.

Undirvísingin á náttúrubreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeið er eisini partur av gerandisdegnum. Á náttúrurbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.

Felags- og breytarlærugreinir

  • Føroyskt A
  • Søga A
  • Alisfrøði B
  • Enskt B
  • Støddfrøði B
  • Evnafrøði C
  • Ítróttur og heilsa C
  • Landafrøði C
  • Religión C
  • Samfelagsfrøði C

Vallærugreinir

Á náttúrubreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinir. Tá hesar verða valdar eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samansetingin av lærugreinum í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.

  • Ein náttúrulærugrein (alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði) ella støddfrøði verður lyft frá B til A
  • Ein felagslærugrein ella breytarlærugrein verður lyft frá B til A
  • Evnafrøði ella lívfrøði verður lyft frá C til B
  • Ein felagslærugrein ella ein breytarlærugrein verður lyft frá C til B
  • Ein listalærugrein (tónleikur, myndlist ella miðlakunnleiki) á C-stig

Við einum prógvi frá náttúrubreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær náttúruvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

Búskaparbreyt

Búskaparbreytin er ein gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 3 ár. Har verður serligur dentur lagdur á búskaparlig- og samfelagslig evni innan roknskap, marknaðarførslu og samfelagsbúskap. Eisini verður dentur lagdur á mál og altjóða viðurskifti. Hava hesi evni tín áhuga, ella tú ætlar tær eina lestrar- ella yrkisleið innan hesi øki, er er Búskaparbreytin fyri teg.

Felags- og breytarlærugreinir

  • Enskt B
  • Føroyskt A
  • Altjóa búskapur B
  • Søga B
  • Sølubúskapur B
  • Virkisbúskapur B
  • Ítróttur og heilsa C
  • Samfelagsfrøði C
  • Støddfrøði C
  • Vinnulívsrættur C

Vallærugreinir

Á búskaparbreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinir. Tá hesar verða valdar eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini. Tú skal velja í minsta lagi trý A stig og eitt B-stig. Av A-stigunum skal minst eitt vera búskaparligt, tað vil siga antin virkis-, sølu- ella altjóða búskapur.

Framtíðarmøguleikar

Búskaparbreytin gevur tær møguleika at søkja um upptøku á øllum hægri lærustovnum. Tær lærugreinir og tey lærugreinastig tú velur kunnu ávirka tínar møguleikar at koma beinleiðis inn á einstakar útbúgvingar. Tí er umráðandi at kunna seg um hesi viðurskifti áðrenn man velur vallærugreinir og lærugreinastig.

Útbúgvingin hevur tvey greið mál. Í fyrsta lagi at fyrireika teg til hægri lestur á handilsháskúla ella universiteti. Í øðrum lagi fyrireikar búskaparbreytin teg eisini til at fara í læru, í peningastovni, grannskoðaravirki, tryggingarfelagi, skrivstovu, handli v.m.

Tilfeingisbreytin – lokal, grøn og global

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ein gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 3 ár. Útbúgvingin er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Nýggja tilfeingisbreytin er grundað á tey føroysku náttúruvirðini, sum gevur teimum ungu eina føroyska barlast, áðrenn tey fara at lesa víðari, antin tað veri seg í Føroyum ella í uttanlands.

Av útbúgvingum, sum næmingar við prógvi frá Miðnámi í Vestmanna eru farnir undir, kunnu nevnast: medicin, sjúkrarøktarfrøði, støddfrøði, námsfrøði og til djóralækna.

Tøknibreyt- HT (TSK í Klakksvík)

HT er ein 3 ára miðnámsútbúgving, hvørs endamál er at fyrireika teg til útbúgvingar á hægri stovni. Í mun til aðrar miðnámsútbúgvingar, kanst tú á HT royna tína bókligu vitan í verki – hendan framíhjárætt vilja vit leggja stóran dent á, soleiðis at hann seinni verður tær til fyrimunar.

Umframt vanliga floksundirvísing er undirvísingin í stóran mun skipað sum verkætlanir og fer fram á starvsstovum, royndarstovum og verkstøðum, har tú roynir skúlalærdómin í verki við kanningum, og møguleiki er at gera tøkniligar hentleikar.

Framtíðarmøguleikar

Møguleikarnir við einum gymnasialum tøkniprógvi eru nógvir. Útbúgvingin er serliga viðkomandi fyri næmingar, sum ætla at nema sær útbúgving innan verkfrøði, matvøruútbúgvingar, sjúkrarøktarfrøði, læknavísindi, miðlar o.a. Við próvnum ber til at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar.

 

Fyrireikingarbreyt

HF - 2 ára miðnámsútbúgving á Glasi https://www.glasir.fo/breytir/fyrireikingarbreyt/

 

Aðrar útbúgvingar

  • Bilbreyt - Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
  • El-breyt
  • Hárbreyt
  • Klædnaatstøði
  • Skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting
  • Smiðju- og maskinbreyt: Smiðju- og maskinbreyt umfatar yrkir so sum sveising, báta- og skipsmotorar, dreyging, fresing, vatn- og hitaskipanir til sethús, hydrauliskar stýringar, v.m. Sergreinirnar eru maskinsmiður, fínstálsmiður, rustfastur fínstálsmiður, rørsmiður, rør- og blikksmiður og sveisari.
  • Timbur
  • Tilvirkisatstøði
  • Útbúgving innan heilsølu og smásølu

Boð til skúlavegleiðaran