TT

Vika 05 - 2026

Mánadagur
26. januar
Týsdagur
27. januar
Heimaarbeiði
í síðstu viku gjørdu vit til s. 11 í Hervør og høgna arbeiðshefti 2.
vit gjørdu s. 30-31 í Lær teg at stava. Um bøkurnar eru komnar heim við, er tað tí at hetta má gerast liðugt heima.
Mikudagur
28. januar
ítróttur
Minnist til skiftiklæðir, innandurðaskógvar og handklæð.
Heimaarbeiði
Lesa s. 78 heima til í dag. Um man ikki megnar alt, lesur man eitt sindur minni, um man orkar meir, lesur man alt.
Hósdagur
29. januar
Fríggjadagur
30. januar
Føroyskt
Vit fara at hava lesiløtu og arbeiða í Lær teg at stava, s. 32-33.
Vit fara at tosa um eina mynd í Betri vinir kuffertinum og vita um vit ikki hava tíð at fara á bókasavnið ein túr.

Boð til flokkin

2. februar er læraradagur í Salt. Hendan dagin er eingin skúlagongd.

Kanna eftir um næmingurin hevur blýantar (longri enn 5 cm) linial (20cm) og litblýantar við.

Frílesing:

Tey flestu hava nú fingið krabbabók og eina hvíta mappu við uppgávum í.
Hetta er eyka lesnaður. Bókin skal lesast einaferð ígjøgnum og síðani skulu uppgávurnar gerast, um uppgávur eru til bókina. Tíð er sett á til heimaarbeiði, men man kann sjálvandi lesa meir, um ein ynskir tað. Tá bókin er lisin og uppgávan er gørd, fái eg mappuna og leggi nýtt tilfar í. Góðan lesihug.