mik. 27. feb. - frí. 29. mar.

Stormeistari í Vágs Skúla

Helgi Dam Ziska telvar ímóti næmingum í Vágs Skúla

Farna heyst setti Vágs Skúli talv á skránna, sum partur av undirvísingini í innskúlingini og í øðrum flokkum við. Næmingar hava síðani trúliga telva í skúlanum og í fríløtum ímóti foreldrum, systkum og abbum og ommum. Og í dag stóð so stóra royndin, tá føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, kom á vitjan.

Næmingar úr fleiri flokkum sloppu at royna seg ímóti stórmeistaranum. Sum verða man, so var tað bara tann eini sigursharrin í dag, og tað var Helgi Dam Ziska.

Næmingarnar eru vorðin eitt upplivilsi ríkari og áhugin fyri at telva er uttan iva kveiktur í fleiri av næmingunum, sigur John Henrik Holm, skúlastjóri, sum er sera væl nøgdur við tiltakið.