hós. 4. jun. - frí. 19. jun.

Starvslýsing: Vágs Skúli

Hesu størv eru leys at søkja í Vágs Skúla

Námsfrøðingur ella námsfrøðisligur stuðul skúlaárið 2020/2021

1 starv at seta við setanarbrotinum 0,60 í grunddeild

1 starv at seta við setanarbrotinum 0,16 í grunddeild

1 starv at seta við setanarbrotinum 0,85 í Lonini (serskúla)

1 starv at seta við setanarbrotinum 0,55 í Lonini (serskúla)

Søkt verður námsfrøðingum ella námsfrøðisligum stuðlum, sum

·         dugir væl at samstarva og samskifta

·         vil menna seg sjálvan og skúlan

·         sýnir  næmingum og undirvísing sín eldhuga

·         kann luttaka í dreingja ítrótti

·         vil fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin

Førleikakrøv:

Linjulestur, arbeiðsroyndir innan serøkið ella samsvarandi førleika.

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðiligu stuðuls tímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag

Umsóknir:

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. juni 2020  kl. 12.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330

Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 239334

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan:    john.henrik.holm@skulin.fo